Føroyskt bátasmíð skal varðveitast
“Hvør smíðar framtíðina hjá føroyska bátinum” var høvuðsspurningurin, sum varð viðgjørdur á einum tiltaki í BORG á Glyvrum í síðstu viku.
Hvør smíðar framtíðina hjá føroyska bátinum?
Føroyski báturin er ein týðandi partur av okkara siðaarvi. Í øldir er handverkið at smíða føroyskar bátar borið víðari frá eldri til yngri ættarlið. Men nú er vandi fyri, at aldagamla handverkið og siðvenjurnar fara fyri bakka.