Sjáldsom føroysk gágga í belgiskari vísindagrein

 
Tjóðsavnseintakið frámerkt millum onnur eintøk í vísindagreinini.

Tjóðsavnseintakið frámerkt millum onnur eintøk í vísindagreinini.

Her fyri fekk Tjóðsavnið fyrispurning frá Kongaliga Belgiska lindjórafrøðifelagnum, La Société Royale Belge de Malacologie, ið fregnaðist eftir ávísum gágguslagi nevnt Anomalosipho verkruezeni (Kobelt, 1876). Tey høvdu sæð hetta slagið nevnt í bókini “The Marine Mollusca of the Faroes”, ið er eitt bókaverk um øll lindýrasløg í føroyskum sjóøki

Nú er vísindagrein prentað og okkara íkast gjørdist týðandi partur av greinini. Tað vísti seg, at hetta eina slagið í veruleikanum vóru tvey ógvuliga lík sløg. Føroysku eintøkini av tí eina slagnum vístu seg at verða tey syðstu, sum yvirhøvur er staðfest av hesum slagnum. Hetta eru sjáldsamar gággur og bert fá eintøk eru til. Á Tjóðsavninum eru vit heppin at eiga nøkur.

Hetta er eitt dømi um, hvussu týdningarmikið tað er at goyma vísindatilfar. Tað, sum er farið á savn, verður verandi á savni og kann leitast fram í summum førum fleiri hundrað ár seinni. Umframt at goyma, so hevur tað týdning at miðla upplýsingar um tað tú hevur á savni, soleiðis at tað gerst atkomiligt hjá øðrum.

Greinin eitur “How well are the northern whelks known? The genus Anomalisipho Dautzenberg & H. Fischer, 1912 (Gastropoda: Buccinidae) in the North Atlantic Ocean og er prentað í NOVAPEX 22(1-2): 1-23, FRAUSSEN ET AL., 2021.


Samband

 
Previous
Previous

Summartúrar við Tjóðsavninum

Next
Next

Hvalastøðin við Áir letur upp í summar