Bókaútgáva: Handilsviðurskifti í útnorði árini 1400-1700.


Í 1500-árunum sigldu mong skip um Atlantshav úr Norðurtýskalandi til Íslands. Flestu teirra fóru úr býunum Hamburg og Bremen, sum báðir vóru sterkir og máttmiklir limir í sonevnda Hansa-handilsfelagsskapinum. Eisini í Føroyum vitjaðu skip úr Hamburg í royndunum at keypa fisk aftur fyri gerandisvørur og matvørur, eitt nú mjøl.


Seinnu árini eru hesi handilsviðurskifti í útnorði vorðin granskað í einum breiðum vísindaligum høpi – søguliga, fornfrøðiliga og málsliga. Týski miðaldarfornfrøðingurin Natascha Mehler á týska sjósavninum, Deutsches Schifffahrtsmuseum í Bremerhafen, hevur staðið á odda fyri gransking, har tað við fleiri verkætlanum hevur verið endamálið at lýsa ymisk viðurskifti við atliti at hesum handli í útnorði burturav. Ljós hevur sostatt verið sett á týska handilssambandið við Ísland, Føroyar og Hetland árini 1400-1700, og hevur Tjóðsavnið verið ítøkiligur partur av hesum arbeiði.


Verkætlanirnar hava verið fíggjaðar av Leibniz Association og týska vísindagrunninum (DFG).

Fyrsta savnið av greinum um hesi handilssambond er júst útgivið í bók: German Trade with the North Atlantic c. 1400-1700, Interdisciplinary Perspectives. Tað er forlagið hjá Arkeologisk Museum í Stavanger, sum gevur bókina út. Í bókini gevur ein bólkur av altjóða søgu- og fornfrøðingum eitt yvirlit yvir tey høpi, handilsskapurin virkaði í - yvir tað, sum eyðkendi hesi handilssamskifti eins og tey mentanarligu árin, hann hevði við sær.


Í bókini er m.a. grein eftir Símun V. Arge, ráðgeva og granskara á Tjóðsavninum, ið viðger fornfrøðiligar leivdir, ið vera mettar at kunna stava frá Hanseatum í Føroyum. Greinin ber heitið: Aspects of Hanse archaeology in the Faroe Islands.


HANSAdoc – ein forkunnug nýggj databasa:

Annað áhugavert í sambandi við nevndu verkætlan er, at nýggj databasa er løgd út á alnótina. Har ber til hjá áhugaðum at finna fram til heimildir, ið stava frá handilssambandinum í útnorðri í tíðarskeiðinum 15.-17. øld. Talan er um útvið 1000 lýsingar av søguligum skjølum og ørgrynnu av áður ikki prentaðum tilfari, ið liggja á skjalagoymslum í londum, hesin handil fevndi um. Eisini ber til at leita uppá nøvn á persónum, støðum, skipum eins og uppá handilsvørur.

Ein sannur fongur hjá teimum, ið granska í búskaparligari og maritimari søgu eins o.ø.


Databasan finst á leinkjuni: https://hansdoc.dsm.museum


Bókin ber heitið: Mehler, Mark Gardiner and Endre Elvestad (eds.): German Trade with the North Atlantic c. 1400-1700. Interdisciplinary Perspectives. AmS-Skrifter 27. Arkeologisk museum, Universitetet i Stavanger. Stavanger 2019.

Bókin fæst til keyps í savnsbúðini á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 – kostnaður DKK 200




Fornfrøðilig rannsókn á Krambatanga í 2017, ið varð framd sum liður í stóru Hansa-verkætlanini.

Fornfrøðilig rannsókn á Krambatanga í 2017, ið varð framd sum liður í stóru Hansa-verkætlanini.

Dronumynd, tikin beint áðrenn farið varð undir útgrevsturin.

Dronumynd, tikin beint áðrenn farið varð undir útgrevsturin.

Previous
Previous

Lodna orsøk til fuglavað í Kaldbaksbotni

Next
Next

Summar við Tjóðsavninum