Framsýningin í Brekkutúni 6 er afturlatin í viku 41
Í sambandi við fyrireikingarnar til Heyst(ó)hugna á savninum verður framsýningin í Brekkutúni 6 afturlatin allar dagar í viku 41.
Vit lata uppaftur mánadagin 12. oktober kl. 11.00 við einum óhugnaliga hugnaligum savnið og einari spennandi skrá. Vit gleða okkum at síggja tykkum. Spurningurin er bara: Tora tit at vitja?
Tað verður “óhyggeliga“ gott!
Á skránni í ár er millum annað:
Skrekkiliga starvsstovan
Gammeldags barnabingo
Ville og smákyktini
Alskyns veiður og uppgávur
Museum Obscurum
Museum Obscurum er ein øðrvísi serframsýning, ætlað børnum og barnsligum sálum. Museum Obscurum merkir “skugga savn” og avbjóðar tann veruleikan, vit liva í. Eitt stað har sagnir, pátrúgv og ævintýr gerast til veruleika og einki er heilt sum tað plagar.
Heyst(ó)hugnin kann upplivast frá 12. oktober til og við 16. oktober kl. 11.00–16.00.
Tað er púra ókeypis at vitja.
Vit sííííggjast!