Ápostul funnin síðsta útgrevstrardagin á Sondum
Mynd: Helgi Michelsen
Fríggjadagin varð verjudúkur lagdur yvir útgrevstrarfeltið á Sondum, og sostatt er útgrevsturin liðugur fyri í ár.
Útgrevsturin hevur givið nógv spennandi í ár. Vit plaga at siga, at okkurt serligt altíð kemur undan kavi síðsta dagin – og soleiðis var eisini hesa ferð. Undir einum koppaðum steini í kórinum við eysturveggin varð partur av eini lítlari standmynd av einum halgimenni úr hvítum leiri, nevnt pípuleir, funnin.
Lítla standmyndin ímyndar helst ein ápostul. Í vinstru hond heldur hann einari posabók. Tá ið eitt brot, sum varð funnið fyrr í summar, verður sett afturat, síggjast fimm prikkar á bókini, helst áslag ella prýði. Standmyndir av ápostlum ella halgimennum við posabók vóru vanligar í 15. og 16. øld. Hetta samsvarar væl við tíðarfestingina av standmyndini av Mariu og Jesusbarninum, sum varð funnin í útgrevstrinum fyrr í summar.
Tað er torført at siga, hvør Ápostulin er, tí luturin, sum hann hevur havt í høgru hond, er brotin av. Var tað ein lykil, kann talan vera um Pætur ápostul. Var tað serligi krossurin, sum Andras ápostul vanliga ber, kann tað vera hann. Báðir verða ofta lýstir sum eldri menn við skeggi.
Fyrr í summar varð boðað frá, at ein rúnufrøðingur skuldi koma til Føroya at kanna rúnasteinin, sum varð funnin á gólvinum í miðaldarbønhúsinum. Hon fekk tíverri forfall, men kanningarnar eru ikki steðgaðar. Tjóðsavnið hevur 3D-skannað steinin og sent tilfarið til rúnufrøðingar, sum nú samstarva um tulkingina. Leinkja til 3D-myndilin er her: https://skfb.ly/pMNwC
Staðfest er, at fyrsta metingin – at orðini „hvílir her“ standa á steininum – var røtt. Enn er tó ógreitt, um eitt persónsnavn kann lesast framman fyri orðini. Tveir rúnufrøðingar koma tí til Føroya í november at kanna steinin nærri.
Sunnudagin 15. november verður framløga á Tjóðsavninum. Tá verður eisini høvi at síggja rúnasteinin og aðrar forkunnugar forngripir frá útgrevstrinum á Sondum á Sandi. Nærri kunning kemur seinni.
Útgrevsturin á Sondum heldur eftir ætlan fram í juni 2027, tá fornfrøðingar frá Tjóðsavninum saman við einum nýggjum flokki av fornfrøðilesandi frá Aarhus Universiteti taka verjudúkin av aftur og seta gongd á eitt nýtt umfar í áhugaverda grevstrinum á Sondum.
Mynd: Helgi Michelsen
Mynd: Helgi Michelsen