Umvælingararbeiði á skansanum farið í gongd

Skansin

Tjóðsavnið er í dag farið undir umvælingararbeiðið á Skansanum í Tórshavn. Arbeiðið er neyðugt, tí partar av gamla múrverkinum, serliga í innara skansavollanum, eru í so ringum standi, at vandi er fyri, at teir kunnu rapa.

Tað hevur verið neyðugt støðugt at viðlíkahalda vollar og múrar, síðani Skansin var bygdur. Støðan hjá Skansanum er nógv ávirkað av tí harðliga virkseminum, sum seinastu 100 árini hevur verið kring Skansan í sambandi við havnaarbeiði. Har hevur verið nógv sprongt og sera nógv tung ferðsla.

Tjóðsavnið stendur fyri arbeiðinum, Landsverk er ráðgevi og fyritøkan Basalt stendur fyri sjálvum múraraarbeiðinum. Í sambandi við fyrireikingarnar hevur Hans Chr. Frederiksen frá Nordisk Konservering verið í Føroyum og lagt lag á, hvussu arbeiðið skal gerast, og hvussu mørtilin skal blandast og nýtast til gamla múrverkið.

Á teimum strekkjum, har múrurin er so illa farin, at vandi er fyri, at hann rapar, verður hann tikin varliga niður og laðaður uppaftur. Aðrastaðni verða minni inntriv framd. Leysar fugur verða tiknar burtur og hol í múrverkinum verða fylt við hóskandi gróti og klípum, og nýggjur mørtil verður lagdur í fugurnar.

Nýttur verður hydrauliskur kálkmørtil, sum er væl egnaður til gamalt múrverk. Hann er veikari og smidligari enn sementmørtil og kann tí betur fylgja rørslunum í gamla múrverkinum. Harður sementmørtil kann hinvegin føra til, at sjálvt basaltgrótið tekur skaða.

Endamálið við arbeiðinum er at tryggja teir partarnar av Skansanum, sum eru í ringastum standi, og samstundis varðveita so nógv sum gjørligt av verandi søguliga múrverkinum.


Samband

Next
Next

Rúnarsteinur funnin í útgrevstri á Sondum á Sandi