Framtíðar mentanararvur í Norðurlondum í 20. øld
Mynd: Grethe Pontoppidan
Tann 4. september verður eitt seminar í Helsingør um norðurlendskan mentanararv í 20. øld, og hvussu ein karmur fyri ein framtíðar arbeiðshátt kann mennast.
Seminarið er ætlað teimum, ið arbeiða við mentanararvi, varðveiting, gransking, býarskipan, lendisplanlegging og líknandi.
Seminarið viðger mentanararv úr einum norðurlendskum sjónarhorni, og er fyrsta stig í einum samstarvi, sum skal menna ein felags karm fyri Norðurlond. Seinni er ætlanin at skipa fyri verkstovum, har arbeitt verður við ítøkiligum dømum frá ymsu londunum, bæði bygningum, landsløgum, anleggum og øðrum.
Seminarið tekur støði í “20th Century Historic Thematic Framework” (20cHTF), sum er eitt nýtt amboð, ið Getty Conservation Institute og ICOMOS IS20C hava ment. Endamálið hevur verið at ment ein karm, sum kann nýtast at meta um og skilja bygda mentanararvin frá 20. øld. 20cHTF ynskir at dagføra og víðka fatanina av, hvussu mentanararvur verður útnevndur við støði í fjølbroytta og samansetta veruleikanum í 20. øld.
Um seminarið
Seminarið verður hildið í fyrrverandi LO-skúlanum í Helsingør, sum er ein friðaður bygningur og eitt týðandi dømi um virðini í skandinaviskari vælferðarbygging.
Á seminarinum luttaka serfrøðingar og fakfólk úr Svøríki, Noregi, Finnlandi, Álandi, Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Danmark at viðgera, hvussu varðveitingararbeiði og mentanararvspolitikkur kann mennast og styrkjast.
Á skránni eru innlegg og viðgerð av møguleikum og avbjóðingum, sum standast av at eyðmerkjaog umsita norðurlendskan mentanararv i 20. øld. Harumframt er ráðstevnan ein pallur fyri kjakið um, hvussu 20cHTF kann stuðla framtíðar arbeiðsháttum innan mentanararvsøkið.
ICOMOS Danmark og ICOMOS International Scientific Committee on 20th Century Heritage (ISC20C) skipa fyri tiltakinum saman við ICOMOS Finland, ICOMOS Svøríki, ICOMOS Noreg, Tjóðsavni Føroya, Ålands museum og Fastighetsverket í Álandi, sum umsitur bygningar, lendi, skóg og vátlendi. A. P. Møller Fonden, Nordisk kulturfond og ICOMOS Svøríki stuðla verkætlanini.
Sí skránna her, og melda til í seinasta lagi 1. september: » ICOMOS Danmark
Um ICOMOS
ICOMOS (International Council on Monuments and Sites) er ein altjóða fakligur felagsskapur, ið arbeiðir fyri verju, varðveitslu og umsiting av mentanararvi kring heimin. ICOMOS er fakligi ráðgevin hjá UNESCO í málum um heimsarv, og metir um bygningar og støð, sum verða tilnevnd til heimsarvslistan hjá UNESCO.