Ársrit 2025
8. ársritið hjá Tjóðsavninum er nú útkomið, og mangt spennandi er at fregnast um úr farna hendingarríka árinum.
“Tað eru helst fleiri, sum ikki geva sær far um, hvussu vítt virkisøkið hjá Tjóðsavninum er. Tað, sum sermerkir Tjóðsavnið er, at tað eru serfrøðingar, sum hvør í sínum lagi røkja uppgávurnar á deildunum.
Hetta rit er ein roynd at endurspegla tað, sum í høvuðsheitum fer fram á stovninum. Sjálvandi ber ikki til at fáa alt við, sum fyriferst á stovninum, í hetta rit. Tað er heldur ikki høvuðsendamálið. Nei, heldur er høvuðsendamálið at geva lesaranum eina fatan av, hvussu arbeitt verður á savninum, og hvørjum arbeitt verður við.”
Brot úr fororðum hjá Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum