Hvussu eru føroyskir firðir broyttir seinastu 100 árini?

EcoFar er ein tvørvísindalig granskingarverkætlan, sum hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum. Verkætlanin er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovuna, Firum og Tjóðsavnið.

Hevur tú lagt til merkis broytingar í einum firði ella sundi, ella einari vík ella vág? Nú hevur tú møguleika at lata tína vitan verða partur av einari nýggjari og umfatandi granskingarverkætlan.

Føroyskir firðir hava gjøgnum tíðina verið ávirkaðir bæði av náttúrligum broytingum og av virksemi hjá menniskjum. Samstundis er vitanin um, hvussu firðirnir vóru fyrr, avmarkað. Tí hevur tað stóran týdning at savna inn lokala vitan frá fólki kring landið.

Tín vitan er týdningarmikil

– Fyri at skilja, hvussu føroyskir firðir eru broyttir søguliga, hevur tað stóran týdning at koma í samband við fólk fyri at fáa teirra lokalu vistvitan. Vit vita, at nógv í Føroyum hava ein stóran alsk til og stóra vitan um náttúruna. Tí hava vit gjørt eitt spurnablað, sum vit vóna fólk hava hug til at seta eina løtu av til at svara, siga Tráin og Ragnheiður.

Spurnablaðið gevur tær møguleika at greiða frá teimum broytingum, sum tú hevur lagt til merkis í einum ávísum firði ella sundi, ella einari vík ella vág. Tað kann vera eitt stað, har tú ert uppvaksin, býr, hevur arbeitt, ella á annan hátt hevur eitt serligt tilknýti til.

Tað tekur umleið 10–20 minuttir at svara spurnablaðnum.

Um verkætlanina

EcoFar er ein tvørvísindalig granskingarverkætlan, sum hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum. Verkætlanin er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovuna, Firum og Tjóðsavnið.

Í løtuni verða vísindaligar greinar og aðrar dátur savnaðar saman. Seinni í verkætlanini verða eisini samrøður gjørdar við fólk, sum hava serliga vitan um føroyskar firðir og broytingarnar í teimum.

Endamálið er at fáa eina betri fatan av, hvussu føroyskir firðir hava broytt seg gjøgnum tíðina. Henda vitan kann síðan verða brúkt sum grundarlag undir framtíðar yvirvøku og umsiting av føroyskum firðum.

Svara spurnarblaðnum

Tá tú svarar spurningunum, tekur tú støði í einum einstøkum firði, vík, vág ella sundi. Tað kann t.d. vera, har tú ert uppvaksin, býr ella hevur eitt tilknýti til.

Til ber at svara kanningini her.

Tráin Petursson Nónklett (trainpn@setur.fo) og Ragnheiður Bogadóttir (ragnheidurb@setur.fo) frá Fróðskaparsetri Føroya hava ábyrgd av spurnakanningini í tøttum samstarvi við verkætlanartoymið. Tað ber eisini til at venda sær til ecofarspurnarblad@us.fo við møguligum spurningum og viðmerkingum.

Vit vóna, at tú hevur hug at deila tína vitan og tínar royndir við okkum.


Samband

Next
Next

Altjóða dagur fyri lívfrøðiligt margfeldi