Funnið ein deyðan fugl?

 

Mynd: Ein av mongum fulkubbum, sum doyðu á vetri 2021/2022, og sum vórðu uppskornir á Tjóðsavninum til kropskanning.

Vit á Tjóðsavninum vilja fegin hava hann!

Í hesi ilsligu og køldu heystartíð er ikki óvanligt, at fuglar koma illa fyri av ymsum ávum. Teir, sum kunnu bjargast, eiga vit at hjálpa av øllum alvi! Tó eru nógvir, sum doyggja. Hetta er ein syrgiligur partur av lívsins gongd, men deyðu fuglarnir kunnu hóast alt koma vísindini og samfelagnum til góðar.

Kroppurin á einum fugli ber óteljandi upplýsingar í sær, og vit á Tjóðsavninum savna tí inn í samband við alskyns gransking umframt aðra vitanarmenning og framsýning. Samstundis hava vit møguleikan at goyma fuglarnar í óavmarkaða tíð, og á tann hátt virka vit eisini sum ein depil, sum aðrir granskarar kunnu gagnnýta, og sum byggir eitt søguligt savn av so nógvum sløgum sum gjørligt.

GG: Ávísur vandi er fyri fuglakrími, og tí er týdningarmikið, at tú pakkar fuglin væl inn, áðrenn tú frystir hann, og at tú antin:
1. Tekur fuglin upp við umvendum plastikkposa um hondina, og síðani brettir posan um fuglin, ella
2. Ert í einnýtishandskum, tá tú tekur fuglin upp.

Vónandi boða tit okkum frá, um tit finna deyðan fugl.

Vit taka ímóti øllum sløgum; tó bert feskum fuglum í rímiliga góðum standi. Gev gætur, fuglur skal ikki latast inn í framsýningini hjá Tjóðsavninum í Brekkutún 6.

Set teg í samband við Jón Aldará fyri nærri kunning um innlating av deyðum fugli.


Samband

 
Previous
Previous

Alment tiltak: Týdningurin av torvi fyrr og týdningurin av vátlendum nú

Next
Next

Skráin Livandi mentan - Føstulávintshald í Sumba