Alment tiltak: Týdningurin av torvi fyrr og týdningurin av vátlendum nú

 

Týsdagin 7. november verður alment tiltak í Nólsoy um verkætlanina “Digital Action on Climate Change with Heritage Environments” stytt DACCHE. Tjóðsavnið stendur fyri føroyska partinum av verkætlanini, ið hevur fingið arbeiðsheitið “Týdningurin av torvi fyrr og týdningurin av vátlendum nú”. Millum føroysku samstarvspartarnar eru Nólsoyar fornminnissavn og Junkarshagi.

Talan er um eina tvørfakliga verkætlan, ið samantvinnar mentanarsøgu og lívfrøði. Verkætlanin varpar ljós á stóra týdningin torv hevði fyrr. Sporini eftir torvskurð eru týðilig í landslagnum og bera boð um eina siðvenju, ið var hildin í hevd langt upp í tíðina. Ætlanin er at miðla torvsøguna í Nólsoy á ein spennandi hátt fyri bæði føroyingar og útlendsk ferðafólk. Í lívfrøðiliga partinum verður hugt at, hvussu siðvenjan hevur ávirkað landslagið, hvørjar avleiðingar hetta hevur havt og hvønn týdning vátlendi hava fyri lívmargfeldi og sum CO2 goymslur. Ætlanin er í hesum sambandi at endurbøta eina tjørn í Junkarshaga.

Verkætlanin koyrir yvir trý ár og er partur av eini størri verkætlan, sum er stuðlað av NPA (The Northern Periphery and Arctic Programme). Luttakandi londini eru Ísland, Írland, Norra, Svøríki og Føroyar.

Kunningartiltakið verður í Royndarhúsinum týsdagin 7. november kl. 19:30. Øll eru vælkomin.

 

Skrá fyri kvøldið:

-        Umboð fyri Tjóðsavnið kunna um verkætlanina

-        Umboð fyri Nólsoyar formminnisfelag greiða frá ætlanunum

-        Egon Hansen greiðir frá um torvskurð í Nólsoy

-        Spurningar og samanumtøka


Samband

 
Previous
Previous

Stevnuskrá um at varðveita norðurlendska bátasiðvenju

Next
Next

Funnið ein deyðan fugl?