Stevnuskrá um at varðveita norðurlendska bátasiðvenju

 

Norðurlendski stýrisbólkurin fyri UNESCO innskrivingina av bátasiðvenjuni hevur seinasta árið arbeitt við at menna eina stevnuskrá – “Det nordiske klinkbåt charteret 2023”.

Norðurlendska stevnuskráin um bátasiðvenju varð samtykt tann 5. september 2023. Hon varð løgd fram og undirskrivað á eini bátaráðstevnu í Roskilde og Holbæk í døgunum 21.-22.september.

Nú er stevnuskráin týdd til føroyskt og kann lesast her.

Stevnuskráin kann undirskrivast her:

Við at skriva undir váttar mann, at mann stuðlar og tekur undir við stevnuskránni um varðveitslu av norðurlendskari bátasiðvenju.

Bakgrund hjá stevnuskránni

Í desember 2021 varð føroyski báturin, saman við súðubygdu bátunum í hinum Norðurlondunum, innskrivaður á UNESCO-listan fyri umboðandi siðaarv hjá mannaættini. Norðurlendska stevnuskráin um bátasiðvenju byggir á innskrivingarskjalið til UNESCO og lýsir stevnumið og eina ætlan at varðveita norðurlendska og staðbundna bátasiðvenju.  


Samband

 
Previous
Previous

Væleydnað tiltak í Nólsoy um torv- og vátlendisverkætlan

Next
Next

Alment tiltak: Týdningurin av torvi fyrr og týdningurin av vátlendum nú