Væleydnað tiltak í Nólsoy um torv- og vátlendisverkætlan

 

Týsdagin 7. november var alment tiltak í Nólsoy um verkætlanina “Digital Action on Climate Change with Heritage Environments” stytt DACCHE. Tjóðsavnið stendur fyri føroyska partinum av verkætlanini, ið hevur fingið arbeiðsheitið “Týdningurin av torvi fyrr og týdningurin av vátlendum nú”. Nólsoyar fornminnissavn og Junkarshagi luttaka eisini í verkætlanini saman við Umhvørvisstovuni.

Endamálið við tiltakinum var at kunna um verkætlanina og at koma í tal við nólsoyingar, tí partur av verkætlanini er at savna inn vitan um torvsøguna í Nólsoy.

Verkætlanin er tvørfaklig og samantvinnar mentanarsøgu og lívfrøði. Í mentanarsøguliga partinum verður ljós varpað á stóra týdningin, torv hevði fyrr. Sporini eftir torvskurði eru týðilig í landslagnum í Nólsoy og bera boð um eina siðvenju, ið var hildin í hevd langt upp í tíðina. Ætlanin er at miðla hesa søgu í Brunnhúsunum og við talgildum loysnum. Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum, vísti á, at hóast torvtíðarskeiðið er farið í søguna, so kunnu torvheiðar og lokalar torvsøgur siga okkum um fólkalív í fornum og nýggjari tíðum. Torvsøgan er eina kelda til vitan um samfelagsbygnað, brúk av tilfeingi og vísir á eina menning, har orkukeldur verða útskiftar við nýggjar orkukeldur.

Vígdis Bjarnadóttir greiddi frá um ætlanirnar hjá Nólsoyar formminnisfelag at gera eina torvframsýning í húsunum í Brunn og hvussu mann kann brúka talgildar loysnir, sum verkætlanin leggur upp til.

Nógvir torvheiðar í láglendi hava verið vátlendir, áðrenn brúkt varð av teimum. Í lívfrøðiliga partinum verður hugt at, hvussu henda siðvenjan hevur ávirkað landslagið, hvørjar avleiðingar hetta hevur havt og hvønn týdning vátlendi hava fyri lívmargfeldi og sum CO2 goymslur. Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur, greiddi frá um hesa ávirkan, hvussu menniskjalig inntriv hava gjørt, at millum annað vátlendir eru millum mest hóttu vistskipanir í heiminum. Eisini greiddi hon frá um týdningin av vátlendum í mun til veðurlagsbroytingar og sjálva ætlanina at endurbøta eina tjørn í Junkarshaga.

At enda greiddi Egon Hansen frá um torvskurð í Nólsoy. Egon er uppvaksin í Nólsoy og hevur sjálvur skorið torv og hevur eisini skrivað um torvsøguna í Nólsoyar søgu. Aftaná var prát og fleiri av luttakarunum mintust afturá torvskurð í oynni.

Føroyska verkætlanin koyrir yvir trý ár og er partur av eini størri verkætlan, sum er stuðlað av NPA (The Northern Periphery and Arctic Programme).


Samband

 
Previous
Previous

Øraskøra

Next
Next

Stevnuskrá um at varðveita norðurlendska bátasiðvenju