Fyrsta skráseting av Juncus ranarius
Juncus ranarius, eitt nýtt plantuslag fyri Føroyar
Eins og undanfarin ár eru skrásetingar av plantusløgum gjørdar í Koltri í summar.
Tveir plantufrøðingar úr Týsklandi, Oliver Bechberger og Ruben Clemens vóru við okkum í Koltri í juli í ár. Meðan teir vitjaðu oynna, skrásettu teir fimm nýggj plantusløg og áleið sjey sløg av mosa fyri Koltur. Tað eina plantuslagið, sum var skrásett, var enntá eitt nýtt slag fyri Føroyar: Juncus ranarius (froskasev).
Talan er um eitt undangonguslag, við eginleikum at rótfesta seg í órógvaðum økjum sum hava høga mongd av vætu. Í Koltri var plantan funnin á sanduttu blettunum niðri í fjøruni, og eisini í veitunum rundanum bygg veltuna.
Ruben Clemens og Oliver Bechberger, plantufrøðingar á staðnum har plantan veksur í Koltri