Hvalastøðin við áir letur upp í dag
Nýggj skelting er gjørd í samstarvi við Sendistovuna. Mynd: Margretha Nónklett
Hvalastøðin letur upp í dag, 21. juni, og er opin hvønn leygar- og sunnudag frá kl. 10 til kl 17, til og við 10. august. Savnsvaktir sita klárar at taka ímóti vitjandi. Til ber at fáa rundvísing á Hvalastøðini kl. 11, kl. 13 og kl. 15.
Nógv stákan hevur verið seinastu vikurnar fyri at gera Hvalastøðina til reiðar at taka ímóti summargestum.
Starvsfólk Tjóðsavnsins hava havt úr at gera við at fáa nýggja skelting upp og at fríðka um økið. Eisini hevur savnið fingið uttanhýsis hjálp til at taka burtur órudd. Arbeiðið er ein áhaldandi liður í at varðveita og miðla Hvalastøðina sum ídnaðarsavn.
Arbeitt verður við at fáa stóran skølt av avgusti settan upp á planinum. Í 2013 svumu fýra avgustar inn á grunt í Sundalagnum. Tveir teirra doyðu. Annar teirra varð hálaður upp á planin á Hvalastøðini við Áir. Tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, setti hol á hann, brast hann! Bjarki Thomsen frá Kringvarpi Føroya tók hendingina upp, og filmsbrotið gjørdist víðakent á alnótini. Tað er skølturin av hesum sama avgusti, sum verður settur upp í næstum.
Vælkomin á Hvalastøðina!