Plantutúrar í Hoyvík og á Sandi

Annleyg Patursson, urtagarðskvinna, hevur tikið sær av plantufrøðiligu urtagarðinum á Tjóðsavninum í nógv ár og er serkøn innan føroyskar plantur.

Kom við á plantutúr við Annleyg í Hoyvík og á Sandi.

  • Plantutúrur í Hoyvík 24. juni kl. 14 & kl. 19:

    Plantutúrur í Hoyvík við Annleyg Patursson

    Túrurin byrjar við parkeringsøki hjá Skógrøkt Landsins. Túrurin er fyri øll og varðar umleið 2 tímar.

    Vit ganga eftir gøtum, aftanfyri skógrøktina og gjøgnum viðarlundina. Víðari oman móti Boðanesgjógv, har nógvar hagaplantur vaksa. Niðanaftur gjøgnum hagan og oman í urtagarðin við føroyskum plantum.

    Tilmelding fer fram við at senda Annleyg ein teldupost á: blomurokt@gmail.com, ella senda sms/ringja á tlf. 506252

    Túrurin kostar 50,-

  • Plantutúrur á Sandi 26. juni kl. 18:

    Túrurin byrjar á Sandi, har tað ber til at koyra út á sandin. Túrurin er fyri øll og varðar umleið 2 tímar.

    Vit ganga útum Mølheyggjarnar, eftir sandinum og so aftur til bilarnar omanfyri Mølheyggjarnar.

    Tilmelding fer fram við at senda Annleyg ein teldupost á: blomurokt@gmail.com, ella senda sms/ringja á tlf. 506252

    Túrurin kostar 50,-


Next
Next

Mentanarnátt á Tjóðsavninum