Mentanarnátt á Tjóðsavninum

Fríggjadagin 6. juni verður aftur Mentanarnátt í Havn. Tað er dagurin, tá stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út, livandi tónleikur er at hoyra og handlarnir hava leingi opið.

Tjóðsavnið luttekur eisini á Mentanarnáttini.

Skráin:

  • Plantufrøðiligi urtagarðurin:

    Ókeypis rundvísing í plantufrøðiliga urtagarðinum í Kúrdali við Annleyg Patursson.

    Rundvísing verður: Kl. 16:00, kl. 17:30 og kl. 19:00

    Frá kl. 15-16, ímillum hvørja rundvísing og aftaná síðstu rundvísing, er plantusøla av føroyskum plantum.
    Millum annað kanst tú keypa sjáldsomu plantuna Leggstutt fransagras (Primula vulgaris). Avmarkað nøgd er av hesi plantu, so hvør kundi kann keypa eina plantu.

    Nógvar aðrar ymiskar plantur vera eisini at velja ímillum. M.a. margblømdur rølikur, hálshvít baldursbrá, blákollur, lundararmingi, føroyaskøra og atamjaðarurt. Av gagnplantum eru m.a. hestamynta, aksmynta, søtur urtakervil og skotsk meistaraurt.

    Planturnar kosta 50,- stk

  • Hoyvíksgarður:

    Høvið er eisini at vitja Hoyvíksgarð, sum er opin frá kl. 10 til kl. 20. Ókeypis atgongd á Mentanarnáttini.

  • Framsýningin í Brekkutún 6:

    Framsýningin hevur opið sum vant frá kl. 10 til kl. 17. Ókeypis atgongd á Mentanarnáttini.


Samband

Next
Next

Fornfrøðiligur útgrevstur á Sondum á Sandi