Mannatenn og gravir undan kavi

Í fornfrøðiliga útgrevstrinum niðri á Bakka á Velbastað, sum var í 2016 og 2017, vórðu mannatenn funnar. Talan er tí um gravir í fornum kirkjugarði.

Búseting hevur verið niðri á Bakka síðan landnámstíðina, men einaferð í miðøld varð flutt longur niðan í lendið, har bygdin liggur nú. Síðan hevur brimið máað tað mesta av elstu búsetingini burtur. Eftir stendur ein vallað kirkju– ella bønhústoft við kirkjugarði rundanum, og tað var her, ið fornfrøðiliga rannsóknin fór fram.

Inni í kirkjugarðinum komu vit fram á smáar spjaddar steinsetingar, og undir steinsetingunum komu vit niður á gravir. Umhvørvið og sjórok hava gjørt, at stórt sæð einki er eftir av beinagrindunum í gravunum, men tenn eru meiri mótstøðuførar enn bein. Í 2016 vórðu fyrstu tenninar tiknar upp úr moldini. Standurin á tonnunum var sera ringur, og ivasamt var eisini um hetta vóru mannatenn ella vóru djóratenn. Myndir av tonnunum vórðu sendar til Jakku Heinesen, sála, tannlækna. Hann kundi staðfesta, at hetta veruliga vóru mannatenn. Nú var vissa fingin fyri, at talan veruliga var um ein kirkjugarð við gravum, soleiðis sum søgur á Velbastað siga frá, og sum fornfrøðingar fyrr hava tulkað hesar toftir.

Tinna Dianudóttitr Hentze var ein teimum 4 fornfrøðilesandi, ið luttóku á útgrevstrinum á sumri 2017. Hon lesur á lærda háskúlanum í Lund, fornfrøði og osteologi, har serligur dentur verður lagdur á beinagrindir. Tað var tí eyðsæð at tað var Tínna, ið stóð fyri at hegnisliga grava tær skroypiligu tenninar úr moldini. Síðan hevur hon reinsað, bólkað og greinað tenninar inni á konserveringsverkstovuni á Tjóðsavninum.

Higartil eru tenn av 5 fólkum skrásettar. Har tenninar eru væl varðveittar ber til at meta um aldurin á teimum deyðu út frá slitinum á tonnunum. Soleiðis kundi Tinna staðfesta, at í einari grøv lá eitt fólk, ið var millum 20 og 30 ár, tá tað doyði. Í eini aðrari grøv var tað bara tann eini jaksilin, ið var væl varðveittur. Hesin jaksil vísti seg at vera ein mjólkatonn. Talan er sostatt um eitt barn, millum 2 og 10 ár.

Ætlanin er nú at fáa serfrøðingar at gera neyvari kanningar av tonnunum á verkstovum uttanlands, har til ber at gera C-14 tíðarfestingar, strontium-, kol- og køvievnikanningar av tonnunum. Hesar kanningar kunnu vónandi geva eina tíðarfesting av, nær fólkini doyðu og siga frá um aldur á teymum deyðu, liviumstøður, hvat tey hava livað av og um fólkini í gravunum eru uppvaksin á staðnum ella koma aðrastaðni frá.  Enn eru tenninar ikki tíðarfestar, men við eina av gravunum í kirkjugarðinum varð ein hálvur silvurmyntur funnin, ið kann tíðarfestast til fyrst í 900 árunum.