Nýggjur stovnur - nýggjur samleiki

TS_Side_Wall_Slide.jpg

Tjóðsavnið er nýggjur stovnur, ið er samansettur av gomlu stovnunum Føroya Náttúrugripasavn og Føroya Fornminnissavn. Undir Søvnum Landsins vóru hesir stovnar skipaðir í deildir, sum Landsbókasavnið og Landsskjalasavnið eisini vóru partar av.

Hóast virksemið á Tjóðsavninum ikki er nýtt, so er samansetingin av náttúru og mentan á einum sjálvstøðugum stovni nýggj. Á nýggja stovninum varð skjótt tosa um, at neyðugt varð at finna ein nýggjan samleika bæði innanhýsis og úteftir.

Ein av stóru uppgávunum var at fáa ment ein grafiskan samleika til alt samskiftið úteftir. Heitt var á samskiftisfyritøkuna Savna um at veita okkum hjálp og vegleiðing í hesum arbeiði. Úrslitið gjørdist eitt nýtt navn og eitt nýtt búmerki. Gjøgnum alla tilgongdina vóru starvsfólkini við, og gjørdi hetta, at stór undirtøka varð fyri nýggja samleikanum á savninum.

Nú er so uppgáva okkara at fáa sligið navn og búmerki okkara fast í medvitið hjá Føroya fólki. Hetta verður gjørt á ymiskar mátar m.a. við tiltøkum, lýsingarátøkum, framsýningum og nýggjari heimasíðu.

KunningAllan Dalsgarð