Músin og týskarin á Tjóðsavninum

Musin-og-tyskarin2.jpg

Um páskirnar verður aftur møguleiki at uppliva spennandi leikin 'Músin og týskarin' við Sóley Danielsen á Tjóðsavninum.

Í miðøldini ynsktu bisparnir Erlendur (músin) og Jóhannes (týskarin) at byggja flottastu og størstu kirkjuna - hana, sum vit í dag kenna sum Múrin í Kirkjubø. Men hvat søgdu føroyingar, ið bæði skuldu byggja kirkjuna og gjalda fyri hesa ovurstóru ætlana hjá músini og týskarinum? Og bleiv kirkjan nakrantíð liðug? Hetta fer Sóley Danielsen, sjónleikari, at svara uppá í leikinum.

ÓKEYPIS ATGONGD FYRI BØRN

... og vaksin sleppa við, um tey gjalda vanligt atgongugjald fyri at vitja savnið.


Sýningar vera:

Skírisdag 29. mars kl. 15 og 16.30

Annan páskadag 2. apríl kl. 15 og 16.30

Allan Dalsgarð