Museum Obscurum í heystfrítíðini

 

Hvat er Museum Obscurum?

Museum Obscurum er eitt spildurnýtt kvøldartiltak, sumTjóðsavnið skipar fyri. Tað hóskar seg til børn í aldrinum 10 ár og eldri.

Til Museum Obscurum fáa tit eina øðrvísi rundvísing í myrkrinum. Duldu og óhugnaligu lutirnir eru í fokus. Rundvísingin verður leidd av royndum frásøgufólki.

Eftir rundvísingina verður bjóðað til klassikarabio.

Eitt stuttligt og øðrvísi kvøld á savninum, ið hóskar væl til eldri børn ella familjur.

Tiltakið er ikki hóskandi fyri yngri børn.

Vilt tú at luttaka?

Send okkum ein teldupost á vakt@savn.fo

Avmarkað atgongd er til tiltakið. Freistin at melda til er sama dag fyri klokkan 16.

Filmsskrá

Mándagin 9/10 Hocus Pocus (FULT TEKNAÐ)

Týsdagin 10/10 Goonies (FULT TEKNAÐ)

Mikudagin 11/10 Hook (FULT TEKNAÐ)

Hósdagin 12/10 Beetlejuice (FULT TEKNAÐ)

Fríggjadagin 13/10 Gremlins (FULT TEKNAÐ)

Ókeypis tiltak fyri eldri børn ella familjur í heystfrítíðini.

Nær: 9.-13. oktober millum kl. 19.30 og 22.30

Hvar: Tjóðsavnið, Brekkutún 6

Krevur tilmelding: vakt@savn.fo

Hvussu nógv: 25 fólk

Málbólkur: Børn frá 10 árum og eldri, foreldur og børn.


Samband

 
Previous
Previous

Skráin Livandi mentan - Føstulávintshald í Sumba

Next
Next

Heysthugni á Tjóðsavninum í heystfrítíðini