Tjóðsavnið selur bátaborð úr Noregi
Tjóðsavnið umsitur UNESCO-innskrivingina av føroysku bátasiðvenjuni. Sum liður í at fremja føroyskt bátasmíð, hevur Tjóðsavnið bílagt bátaborð heim úr Noregi.
Viðurin er seinvaksin fura í góðari góðsku. Átakið er komið í lag eftir áheitan frá bátasmiðum, sum hava trupult við at fáa fatur á góðum bátaviði í Føroyum. Síðan 2022 hevur Tjóðsavnið havt eina goymslu við galvaniseraðum bátaseymi og røum. Hetta átakið hava bátasmiðir og bátaeigarar verið sera glaðir fyri, tí teir kunnu nú ómakaleyst keypa bæði størri og smærri nøgdir, tá teir hava brúk fyri tí.
Bílegg bátaborð ella bátaseym við at senda teldupost til savn@savn.fo, ella við at fylla oyðublaðið her: bátaborð og bátaseymur.
Bíleggingin skal eftir avtalu heintast og gjaldast í savnsbúð Tjóðsavnsins í Brekkutúni 6 í Hoyvík.
Tilfarið verður selt uttan vinning.