Nýggj sending av bátaseymi
Tjóðsavnið hevur nú fingið eina nýggja sending av bátaseymi heim úr Norra.
Online fyrilestur um troyggjuna send úr Føroyum í 1807
Sást tú KVF sendingina um skipið hjá Kongaliga einahandlinum, sum var kaprað á veg til Danmarkar í 1807, og bleivst tú forvitin at hoyra meira um vøkru reyðmynstrutu troyggjuna?
So ber til at melda teg til Knitting History Forum, sum verður leygardagin 7. februar 2026 (online).
Nýggj myndasøvn á Tjóðsavninum
Seinastu árini hevur Tjóðsavnið fingið smærri og størri myndasøvn, ið hava stóran søguligan og samfelagsligan týdning.
Norðurlendsk bátaráðstevna í Finnlandi
Norðurlendsk bátaráðstevna var í Kotka og Loviisa í Finnlandi í døgunum 3.-6. september. Millum teir 130 norðurlendsku luttakararnar vóru bátasmiðir og umboð frá søvnum, útbúgvingarstovnum og bátafeløgum.
Tjóðsavnið selur bátaborð úr Noregi
Tjóðsavnið umsitur UNESCO-innskrivingina av føroysku bátasiðvenjuni. Sum liður í at fremja føroyskt bátasmíð, hevur Tjóðsavnið bílagt bátaborð heim úr Noregi.
Kappróður er komin á Skránna livandi mentan
Skráin livandi mentan er ein partur av arbeiðinum við UNESCO-sáttmálanum í Føroyum. Livandi mentanin verður borin víðari frá ættarliði til ættarlið, og verður endurskapt av menniskjum í samspæli við náttúru, søgu og samtíð.
217 ára gomul føroysk kvinnutroyggja funnin í London
Fimm pakkar og umleið 200 brøv, vóru í gjár latin upp á the National Archives í London. Brøvini og pakkarnir vórðu send úr Føroyum í 1807. Í einum pakka var ein vøkur kvinnutroyggja, í einum øðrum fýra pør av knæsokkum til kvinnur, og í tveimum pakkum vóru byggkorn í.
At ganga grýla
Í dag er føstulávintsmánadagur. Siður er, at børn ganga grýlu hús úr húsi og fáa bomm í posan.