Online fyrilestur um troyggjuna send úr Føroyum í 1807
Konservatorurin á Prize Papers Project, Marina Casagrande, ger mikroskopiska greining av træðrunum í føroysku troyggjuni. Mynd: The National Archives
Sást tú KVF sendingina um skipið hjá Kongaliga einahandlinum, sum var kaprað á veg til Danmarkar í 1807, og bleivst tú forvitin at hoyra meira um vøkru reyðmynstrutu troyggjuna?
So ber til at melda teg til Knitting History Forum, sum verður leygardagin 7. februar 2026 (online).
Tá fara starvsfólk av bretska tjóðskjalasavninum, Tjóðsavninum og Fróðskaparsetrinum at hava framløgu um fundin við serligum atliti at troyggjuni.
Knitting History Forum er eitt altjóða netverk fyri søgu um binding og hekling. KHF arbeiðir fyri at menna og fremja vitan um bindisøgu gjøgnum gransking, hugskotsmenning og upplýsing.
Fleiri framløgur eru á skránni. Framløgan “The undelivered sweater: a 200-year-old knitting time capsule” verður kl. 16.15 – 16.50. Luttakararnir úr Føroyum eru Margretha Nónklett av Tjóðsavninum, sum ferð at greiða frá um troyggjuna, og Noomi í Dali av Fróðskaparsetrinum, sum fer at greiða frá, hvussu hon er bundin, og arbeiði hennara at endurbinda troyggjuna.
Kostnaður fyri luttøku er £27.
Sí skránna HER.