Taranoða

Taranóður á sandinum í Miðvági, mynd: J. Sørensen)

Nú hann hevur liðið tráður av landsynningi og eystri í longri tíð er sandurin í Miðvági fullur av taranoðum.

Tjóðsavnið hevur ein Facebookbólk sum eitur Fiskar og sjódýr undir Føroyum, har mangt forvitnisligt verður lagt út.

Leygardagin 7. februar spurdi Ann Dávadóttir Davidsen soleiðis:

“Er tað nakar sum kann siga mær hvat hesi “noðuni” eru fyri nakað?? Sandurin í Miðvági er fullur av hesum.”

Tari og taranóður á sandinum í Miðvági, mynd: Ann Dávadóttir Davidsen

Í Facebookbólkinum vóru fleiri, ið svaraðu:

  • Gróður og taravøkstur ið rullar seg í bóltar. Teir liggja og rulla runt á botni og vinda meira og meira gróður uppá seg

  • Kundi líkst onkrum tara, sum er komin/rullaður inn við aldunum

  • Den dannes, når fiber fra ålegræs (Zostera marina) løsnes, rulles rundt af bølgerne og filtreres sammen til en tæt kugle

Á Tjóðsavninum hildu vit eisini at hetta var áhugavert, og fóru til Miðvágs at kanna fyribrigdið. Tað varð skjótt staðfest, at hetta hevði tarauppruna, júst sum fleiri eisini hildu í bólkinum.

Taranoða (nýtt orð) er eitt fyribrigdi, har tari, undir serligum umstøðum, av rørslu í sjónum, verður vavdur saman í eitt noða, sum síðan rekur upp á land. Júst hvussu hetta fyriferst er ikki greitt, men í tilgongdini kann annað tilfar vevjast uppí.

Høvuðstarin í taranóðanum í Miðvági var hártari/hoytari (Desmarestia aculeata), sum so annar tari, í minni mun, var vavdur uppí.

Vit vita ikki, um at hetta er fyrikomið fyrr, men halda at hetta má vera eitt afturvendandi fyribrigdi, tí fyritreytirnar eru bert at hártari/hoytari er í ávísari mongd tá røttu veðurumstøðurnar eisini eru.

Vit heita tí á fólk um at siga okkum frá, um tey vita um hetta fyribrigdi, og hvar í Føroyum hetta kemur fyri.


Samband

Next
Next

Online fyrilestur um troyggjuna send úr Føroyum í 1807