Nýggj plakat við hvali í føroyskum sjógvi
Tað kann vera torført at síggja, hvat slag av hvali talan er um, tá tú sært hann av landi ella úr báti. Tjóðsavnið hevur tí gjørt eina plakat og eitt eyðkennisblað við teimum vanligastu hvalasløgunum her um okkara leiðir.
Nýtt slag av hvalspýggju
Herfyri fekk Tjóðsavnið eitt eintak av eini løgnari hvalspýggju, sum vísti seg at vera heilt sjáldsom, og sum fekk navnið Sjóskjúrt.
Tjóðsavnið leitar eftir rekaviði
Í rekaviði búleikast eitt slag av skeljumdýrum, sum vit kalla viðarmaðk. Tað er hendan viðarmaðk, vit fegin vilja vita meira um, og tí vil Tjóðsavnið heita á fólk, um at boða savninum frá, um tey síggja nýkomnan rekavið.
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskaslag skrásett undir Føroyum
Fyrr í ár fingu Elnar Holm og teir umborð á Polarhav ein serligan fisk í trolið, tá teir royndu nakað sunnan fyri Føroya banka. Elnar spurdi seg fyri á Facebook-bólkinum “Fiskar og sjódýr undir Føroyum” og vit fingið upp í lag, at Sjódjóradeild Tjóðsavnsins fekk fiskin í varðveitslu, so greiða kundi fáast á hvat slag hann var.
Avgustaskøltur settur upp á Hvalastøðini
Í 2013 svumu fimm avgustar inn í Sundalagið norðan fyri Brúnna um Streymin. Teir lógu har nakrar dagar, og einans tríggir megnaðu at svimja út aftur. Tá avgjørdi Náttúrugripasavnið at ein av beinagrindunum skuldu varðveitast.