Lívfrøðingur til plantudeildina á Tjóðsavninum
Tjóðsavnið søkir eftir lívfrøðingi (barsilsavloysara) til plantudeildina at seta í starv 1. mars ella skjótast tilber.
Setanin er 6 mánaðir við møguleika fyri leingjan. Endamálið hjá plantudeildini er at savna og varðveita plantur og aðrar náttúrugripir, umframt at granska í okkara náttúru og miðla hesa vitan, m.a. gjøgnum miðlarnar og í framsýningum Tjóðsavnsins.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Innsavning av náttúrudátum
Skipa talgildar dátur
Røkja plantusavnið
Miðla plantulívið í Føroyum
Gransking
Luttaka í tvørfakligum verkætlanum
Luttaka í altjóða verkætlanum
Krøv til útbúgving og førleikar
Hægri útbúgving í lívfrøði
Serligan áhuga fyri føroysku náttúruni
Serligan áhuga fyri føroyskum plantum og vistfrøði
Góð miðlanarevni í skrift og talu
Góð samstarvsevni og ert ágrýtin
Koyrikort
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.
Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Kolbrún í Haraldsstovu, leiðara á plantudeildini, tlf. 340500 ella kolbrun@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.
Freistin at søkja er mánadagin 18. januar 2026
Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Høvuðsuppgávan hjá Tjóðsavninum er at savna inn, skráseta, varðveita og granska og miðla í náttúru- og mentanarvirðum landsins. Savnið skal fremja upplýsing og útbúgving innan mentan og náttúru, so stuðlað verður undir samfelagsmenningini, samstundis sum savnið vegna landið umsitur lóggávu og stuðulsskipanir á økinum. Savnið skal miðla arbeiðið á stovninum gjøgnum útgávur, framsýningar, tiltøk og undirvísing fyri ung og gomul.