Back to All Events

Plantutúrur í Hoyvík við Annleyg Patursson

  • Parkeringsplássi hjá Skógrøkt Landsins 3 Hvítanesvegur Hoyvík, Streymoyar, 188 Faroe Islands (map)

Vegleiðari: Annleyg Patursson

Stað: Hoyvík. Túrurin byrjar við parkeringsøki hjá Skógrøkt Landsins.

Torleikastig: Hetta er ein longri túrur, og gingið verður eftir gøtum allan vegin.

Lýsing: Vit ganga yvir til Svartafoss, niðan til tann ovasta ”kolonihavan”, og omanaftur eftir aðrari gøtu,har eru nógvir ”kolonihavar” framvið gøtunum. Enda aftur við Svartafoss og so yvir til Skógrøktina.

Vit síggja, umframt plantur, nógvar ymiskar runnar og trø.

At hava við: Góð heit klæðir, regnklæðir er altíð gott at hava við, vatntættar skógvar ella styvlar.

Túralongd: Uml 2-3 tímar.

Tilmelding hjá Annleyg tlf. 506252. Túrurin kostar 50kr og kann gjaldast á staðnum.

 
Previous
Previous
8 May

Umhvørvisvikan: Hugnakvøld við framløgum á Tjóðsavninum

Next
Next
6 June

Tá føroyska náttúran og siðbundna handverkið renna saman