Back to All Events

Tá føroyska náttúran og siðbundna handverkið renna saman

  • Framsýningin Brekkutún 6 FO-188 Hoyvík Faroe Islands (map)

Tá føroyska náttúran og siðbundna handverkið renna saman

Hugnakvøld við framløgum og framsýning á Tjóðsavninum

Paulina M.K. Eliasen gevur út nýggja bók, ið ber heitið

“Brodering til føroyska tjóðbúnan 3”.

Í hesum sambandi skipar Tjóðsavnið fyri einum hugnaligum kvøldi við upplýsandi framløgum og framsýningum.

Framløgurnar:

  • Kristina Djurhuus Christiansen: Siðbundið handverk er livandi mentan

  • Paulina M. K. Eliasen: Leggur nýggju bókina  “Brodering til føroyska tjóðbúnan 3” fram

  • Gloria Kalsø: Næmingur hjá Paulinu greiðir frá

  • Kolbrún í Haraldsstovu: Lendisbati og Stóriryggur

Framsýning:

Umframt framløgurnar sýna vit 13 vestastykkir við tilhoyrandi hosubondum fram, ið Paulina hevur broderað og virkað.  Hosubondini eru virkaði við somu litum, ið síggjast aftur í vestastykkjunum.  

Myndaframsýning við somu blómunum úr hagapartinum ‘á Stóraryggi’, ið hava givið íblástur til broderaði mynstrini eru eisini at sjá.

Paulina hevur eisini lánt Tjóðsavninum tilfar, ið hon hevur teknað, skapt og broderað til bøkurnar “Brodering til føroyska tjóðbúnan 1 og 2” – hetta tilfar verður eisini sýnt fram.

Drekkamunnur :

Eftir framløgurnar bjóðar Tjóðsavnið ein drekkamunn og framsýningin í Brekkutúni er opin.

Møguleiki verður at keypa bókina til serprís hetta kvøldið.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Framsýningin verður standandi til og við 21. juni 2024.

 
Previous
Previous
5 June

Plantutúrur í Hoyvík við Annleyg Patursson

Next
Next
7 June

Mentanarnáttin 2024