Hjálparfólk til verkætlan á Tjóðsavninum

Søkt verður eftir einum hjálparfólki til tíðaravmarkað starv í eitt ár á goymslum savnsins frá 1. mars ella skjótast gjørligt. Setanin kann leingjast við 1-2 árum, um báðir partar ynskja tað.

Tjóðsavnið eigur ein hóp av lutum á goymslu, sum í 2024 fekk staðfest blámusopp. Í hesum sambandi er Tjóðsavnið farið undir eina verkætlan, har høvuðsendamálið er at reinsa, skráseta, pakka og flyta allir lutir Tjóðsavnsins í onnur fyribils goymsluhølir.

Hjálparfólkið kemur at arbeiða í einum arbeiðstoymi við starvsfólkum knýtt at goymslum og varðveiting.

Talan er um eitt týdningarmikið og áhugavert starv, har arbeitt verður við føroyska mentanararvinum, sum er savnaður inn seinastu 120 árini.

Tjóðsavnið er eitt gott arbeiðspláss við nógvum ymiskum fólkum, útbúgvingum og førleikum, og vit leggja dent á trivnað og góð sosial tiltøk.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

  • At handfara savnslutir

  • At skráseta lutir í SARA (t.e. savnskrásetingarskipanin)

  • Kanna eftir og dagføra eldri skrásetingar í SARA

  • At seta skrásetingarnr. á lutir (t.d. seyma bendlar í pløgg, merkja við blýanti ella tussj)

  • Avmyndan av lutum

  • Umpakking og flutning av lutum

  • Annað fyrifallandi savnsarbeiði

Nágreinilig upplæring verður á hesum økjum.

Krøv til útbúgving og førleikar

  • Góðar málsligar førleikar í føroyskum

  • Kropsliga væl fyri

  • Tøknikunnleika á brúkarastøði

  • Nærlagni

  • Systematisk/ur og nágreinilig/ur

  • Kunna arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

  • Vera arbeiðssom/samur

  • Vera fyrikomandi og hava góð samstarvsevni

  • Koyrikort

Setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í flokki II.

Spurningar

Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Juliannu Mørkøre Dalbø, goymsluvørð og verkætlanarleiðara, julianna@savn.fo tlf. 340580.

Freistin at søkja starvið er 18. januar 2026.

Søk starvið her

Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Høvuðsuppgávan hjá Tjóðsavninum er at savna inn, skráseta, varðveita og granska og miðla í náttúru- og mentanarvirðum landsins. Savnið skal fremja upplýsing og útbúgving innan mentan og náttúru, so stuðlað verður undir samfelagsmenningini, samstundis sum savnið vegna landið umsitur lóggávu og stuðulsskipanir á økinum. Savnið skal miðla arbeiðið á stovninum gjøgnum útgávur, framsýningar, tiltøk og undirvísing fyri ung og gomul.


Next
Next

Lívfrøðingur til plantudeildina á Tjóðsavninum