Koltur

Í apríl 2013 boðaði Løgmaður frá, at Koltur sum málsøki skal flytast frá landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum til landsstýrismannin í mentamálum og at gerast skal ein antikvarisk serskipan fyri oynna.

Hetta merkir, sigur Løgmansskrivstovan í skrivi 24. juni 2013, at Koltur skal vera "ein integreraður partur av øðrum søvnum landsins, soleiðis at oyggin hereftir er undir umsjón av starvsfólki undir Mentamálaráðnum ella sum Mentamálaráðið hevur gjørt avtalu við. Harumframt er tað Mentamálaráðið, sum kemur at varða av øllum møguligum framtíðar lógaruppskotum burturav viðvíkjandi Koltri”.

Í sambandi við hetta hevur Mentamálaráðið heitt á Søvn Landsins um at gera fyribilsavtalur við Búnaðarstovuna og tey, sum í løtuni hava Koltur um hendi, um, hvussu Koltur skal umsitast og rekast víðari til annað er ásett.

Fráboðan Løgmans merkir, at umsiting av teimum antikvarisku virðunum í Koltri framyvir skal skipast sum eitt alment starv undir einum landsstovni og ikki longur sum ein ábyrgd, ið er løgd til ein privatan vinnurekandi, sum ein festari er.

Harvið er fráboðanin eitt signal um, at eitt nýtt stig í antikvarisku skipanini av Koltri nú verður tikið og sett í verk.


GREINAR


Bygdin í Koltri

Í Koltri var av fyrstan tíð ein garður, Heimi í Húsi, við 16 merkrum í jørð. Hesin garður er tíðliga í tíðini vorðin býttur í 2 garðar, sum hvør hevði 8 merkur í jørð, og annar bóndin setti tá búgv Norður í Gerði.


Hetta var støðan í 1584, sum vit síggja í elstu, varðveittu jarðabókini. Báðir garðarnir vóru tá kongs. Helst er øll jørðin vorðin kirkjuogn longu tíðliga í miðøld og er eftir trúbótina tikin av kongi.

Í 1600 árunum vórðu garðarnir festir fleiri monnum og grundarlagið undir teimum 4 húsunum, sum fram til okkara tíð hava verið í Koltri, varð tá lagt. Ta seinastu hálvu øldina hevur verið lagt saman, fyrst til 2 festi og seinru árini til 1 festi.

Eftir í Koltri standa minnini um tað virksemið, sum einaferð var, og hesi minni eru enn mong og fjølbroytt, helst tí at ráðini hava ikki verið til nakra nútímansgerð, ið kundi beina fyri teimum.

Tann forna bygdarskipanin við heimrust at byggja á, bøi at velta í og haga at beita, sum á okkara døgum flest allastaðni er kámað burtur, er enn púra skillig í Koltri. Enn í dag sært tú ikki hús í bønum í Koltri, men bert har tey eftir fornum siði eiga at vera: á heimrustunum - uttan sornhúsið, sum vegna eldsvandan stóð burtur frá húsum og gróthúsini, sum samlaði standa á Gróthústanga.

HEIMRUSTIR

Heimrust er almenningur, har eftir gomlum siði húsini vórðu sett, bæði sethús og øll neyðug úthús, og har vóru eisini tún og heimabeiti.


Báðir býlingarnir í Koltri hava heimrust, og onga staðni í landinum er hon so týðilig og væl varðveitt í øllum lutum sum í býlinginum Heimi í Húsi.

Á heimrustunum hava húsini altíð staðið. Av royndum vita vit, at tá so er, liggja leivdirnar av fornu bústøðunum goymdar í moldini undir verandi húsum og túnum. Bústaðaleivdirnar liggja í fláum við teirri elstu niðast og síðan hvør oman á aðrari eins og bløðini í óopnaðari bók, ið bíðar eftir at verða lisin.

Einaferð í framtíðini fara at vera umstøður til at opna hesa bók við fornfrøðiligum rannsóknum og harvið greina búsetingarsøguna frá fyrsta manni, ið settist Heimi í Húsi og frá tí manni, sum flutti norð í Gerðið. ein treyt fyri, at hetta kann henda, er, at bókin til ta tíð er til, at bústaðaleivdirnar hava fingið frið. Ein antikvarisk skipan fyri Koltur umfatar tí eisini bústaðaleivdirnar undir heilum.

Á heimrustunum stendur í dag tann fjølbroytta mongd av húsum, sum hoyrdi teimum 4 festunum til hesar seinru øldirnar. Í húsunum eru mangar sera áhugaverdar bygningadetaljur, men tað sum hevur meir at týða er fjølbroytnið og umboðanin av teimum mongu húsum, ið hoyrdu gørðunum til og sum flest øll eru varðveitt í upprunalíki.

Heimi í húsi

Býlingurin Heimi í Húsi er upprunagarðurin í Koltri. Hann er eitt sjáldsama væl varðveitt dømi um byggingina í tí gamla bóndasamfelagnum.

Býlingurin hevur tveir garðar, Niðri í Húsi og Uppi í Búð, við tilhoyrandi úthúsum og lívgandi grótgørðum.

Allir bygningar, bæði teir, sum standa uppi, og teir sum eru smokkaðir saman, eru bygdir eftir gamlari siðvenju, og hesin skyldskapur millum tey ymisku húsini gevur eina heilt sjáldsama heildarmynd, væl tillagað eftir landslagnum.

Í sambandi við umvæling og endurbygging av húsunum Uppi í Búð vórðu eisini fornfrøðiligar kanningar gjørdar. Tíðarfestingar vórðu gjørdar av brendum byggkorni, og tær vístu, at fólk hava búð Heima í Húsi síðan víkingaøld í 800-900 árunum.

norðri í gerði

Navnið á býlinginum Norðri í Gerði bendir á, at bústaðurin her er yngri enn Heima í Húsi. Har var eitt gerði, sum var lagt inn í bøin.

Í elstu jarðarbókini, jarðarbókini frá 1584,  sæst kortini, at bygt varð har áðrenn 1584. Tá var annar av teimum báðum gørðunum í Koltri har. 

Seinni varð aftur býtt sundur, soleiðis at tveir garðar vóru Heima í Húsi og tveir Norðri í Gerði.

Longu í 1949 staðfesti danski fólkalívsfrøðingurin, Holger Rasmussen, sum gjørdi kanningar í Koltri, at býlingurin ikki var eins væl varðveittur og hin syðri og var merktur av nýggjari byggihátti. Tak niður grein eftir Holger Rasmussen.

Í býlinginum Norðri í Gerði er sostatt ein yngri byggisiður umboðaður, og hann hevur ikki minni týdning enn hin. Byggingin har umboðar byggisiðin eftir tað gamla bóndasamfelagið, har onnur enn bóndur bygdu sær hús og sosiala mynstrið í Føroyum broyttist. Í tíðini frá aldarskiftinum 1900 og nøkur áratíggju fram vórðu hús bygd, har búskapurin var grundaður á fiskivinnu.

Í mun til býlingin Heima í Húsi umboðar býlingurin Norðri í Gerði tí eina yngri tíð í menningini av tí føroyska samfelagnum, har greitt tilknýti kortini sæst aftur eftir. 

Bøurin

Bøurin er enn innigirdur við hagagarði, geilargarði og fjørugarði. Stórur partur av bønum liggur í teigalendi, serliga tann sunnari parturin við býlingin Heimi í Húsi.

Har er helst størsta samlaða vídd av teigalendi, sum enn er varðveitt í Føroyum - ein sjáldsom og vøkur sjón, sum uttan orð lýsir táð ófatuliga arbeiðið, sum í forðum er lagt í føroyskt jarðarbrúk.

Geilin, sum gongur gjøgnum bøin og bindur heimrust og haga saman, er enn í dag púra skillig. Har finna vit eisini okkurt gásarhús og barkhellu.

Lagt er inn og bøur dyrkaður av nýggjum so hvørt. Væl sæst, hvat er eldri og hvat er yngri, og garðar sýna søguligu tilgongdina. Ein uppgáva liggur í at kanna, hvussu ognarviðurskiftini millum garðarnar í hesi tilgongd hava verið og hvussu landbúnaðurin í oynni er mentur. Til dømis hevði garðurin Uttar í Stovu ræðisrætt á tí sunnasta økinum, sum eitur í Byrgi, hóast garðurin liggur Norðri í Gerði.

Eisini bendir navnið á norðrara býlinginum á, at har fyrst var eitt gerði hjá sunnara býlinginum, sum seinni er bygt.

Bøurin er vorðin til og hildin við tungum arbeiði hjá mongum ættarliðum, og tað, sum tey dyrkaðu, var bæði gras og korn. Koltur var serliga kend fyri kornveltingina, og sagt verður, at fólk úr øðrum oyggjum fingu sær sákorn haðani. Hetta hóast tað í Koltri var neyðugt við nógvari taðing vegna salt úr sjórokinum um veturin. Tøðini fingu tey undan neytunum og so úr tara úr fjøruni, sum varð tikin í køstar at rota, fyri síðan at verða breiddur í velturnar.

Hagin

Hagin er øll oyggin uttanfyri garðarnar. Hann er við grótgarði tvørtur um Kolturshamar býttur sundur í undirhagan, har neytini hava gingið, og tann ovara hagan hjá seyðinum at vera um sumrarnar, til neytini vórðu sett á bás, og seyðurin slapp oman aftur í undirhagan.

Í haganum varð eisini flag skorið til tekjurnar, men ikki torv, tí torvi er lítið av í Koltri. Torv varð í eldri tíð skorið í Syðradali og seinni í Skopun og flutt til oynna við báti.

Eftir seyðaskipanini er áseyðatalið, t.v.s. talið av óm, sett til 160. Í 1949 var áseyðatalið 166 ær. Tá ærnar eru 7-8 ára gamlar, verða tær tiknar av og nýggjar settar við. 

Ær og lomb vórðu áður røktar av einum felags seyðamanni, sum bøndurnir valdu sínámillum. Serliga uppgáva hansara var at læra seyðin at halda til tey røttu støðini. Til dømis skuldu 60 ær býta landnyrðingspartin av haganum, sum er brattur. Hann skuldi eisini hava umsjón við seyðinum og um veturin forða honum í at koma í bøin áðren lembingina, tí bøgarðurin er ikki alla staðni nóg høgur til at halda seyðinum úti.

Teir elstu bøgarðarnir eru bakaðir ella hava bak, t.v.s. at flagið gongur javnt upp móti kantinum á grótgarðinum, soleiðis at seyðurin lætt kann leypa út í hagan, men ikki úr haganum og inn. Eitt róp frá seyðamanninum ella ein aktingarhundur vóru tí nóg mikið til at halda seyðin av bønum.

Eisini skuldi seyðamaðurin skipa fyri, at seyðurin varð savnaður til klipping og skurð. Til hetta endamál er á eystursíðuni av syðru síðuni av Kolturshamari, vinkulrætt á tann tvørgangandi garðin, ein rætt við Gróthústanga gjøgnum niðara hagan.

Á gróthústanga

Gróthústangi er nevndur eftir gróthúsunum, sum har standa. Hesi eru øll úthús, sum standa í framhaldi av hvørjum øðrum heilt út á tangan. Tað langa gróthúsið, eitt sindur kreppt, ið stendur ytst, eins og savnar landslagið út á bakkan.

Gróthúsini vóru nýtt sum torvhús. Í Koltri eru eingir torvheiðar, og frá gamlari tíð varð torvið til brenni skorið í Syðradali á Streymoy, seinni í Skopun á Sandoy, haðani tað varð ført við báti.

Í góðum veðri kundi torvið verða landað í fjøruni á tanganum, fyri síðani at verða borið niðan í torvhúsini.

Í kendari tíð hoyrdu torvhúsini á Gróthústanga til garðarnar Norðri í Gerði. Torvið hjá bóndrunum  Heimi í Húsi varð landað á Lónni, sandinum norðan fyri býlingin, og borðið í torvhús í tí býlinginum. 

Kirkjugarðurin

Eitt sera týdningarmikið mentanarminni í haganum er tann vakri kirkjugarðurin við grótgarði rundan um, o.u. 15 x 15 metrar, kirkjugarðurin undir Kolturshamari.

Kirkjugarðurin varð gjørdur umleið 1846, tá meslingar gingu, og tann fyrsti, ið varð jarður her, var eitt barn. Sagt verður, at í tíðini fram til trúbótina umleið 1538 vórðu fólk jarðað við bønhúsið Heimi í Húsi. Í tíðini frá trúbótini til 1846 vórðu lík flutt av oynni og jarðað í Kirkjubø, har kirkjan og kirkjugarðurin í sóknini var. Hetta hevði við sær, at fólk kundu standa undir børu leingi, tí tað slapst ikki av oynni fyri brimi, serliga um veturin. Kirkjugarðurin undir Kolturshamari kann tí fatast sum tekin um nýhugsan í mun til siðvenjuna, sum fylgdi við trúbótini.

Síðan 1848 eru umleið 40 fólk grivin í kirkjugarðinum. Gravirnar eru ikki merktar og síggjast einans sum smáar túgvur. Hetta var vanligt í føroyskum kirkjugørðum, og hugsanin var, at "í deyðanum eru øll líka fyri Gudi". Tann síðsti, ið er grivin har, var Martin, bóndi í Innar í Búð, sum doyði í 1954.

Ein av gravnunum í kirkjugarðinum í Koltri var tó merkt við einum krossi, nevniliga grøvin niðast í landsynningshorninum. Hann varð settur yvir ein sjólatnan mann, sum rak á land í 1888 og seinni varð eyðmerktur sum Hálvdan úr Sørvági. Krossurin varð settur fyri at leiðbeina skyldfólki til grøvina.

Vit vita ikki, hví kirkjugarðurin liggur so avsíðis og uttan fyri bøgarðin. Onkrar frásagnir eru tó um, at tey livandi óttaðust, at tey deyðu gingu aftur og vildu tí hava tey eitt sindur burturfrá.

tey fornisku

Í Koltri varð víst á fleiri støð, har tey fornisku búgva, bæði huldufólk, vættrar og álvar.

Hesar søgur minna okkum á virðingina, tey gomlu høvdu fyri náttúruni og máttunum í henni. Tey fornisku ella undirjørðisku høvdu eina parallella tilveru, sum fall inn í vanliga lívið hjá fólki, og søgurnar vísa aftur til gamla norðurlendska fólkatrúgv.

Beint uttan fyri bøgarðin í tí tríkantinum, sum geilin úr býlinginum Heimi í Húsi, ger, liggur ein huldusteinur. Um hann verður sagt, at har búgva enn huldufólk. Steinurin er stórur og vakur, flatur og við eini kullu, sum líkist einum báti, o.u. 1 metur høgur og 5-6 fermetrar.

Á vestursíðuni á oynni, hinumegin Fjallið, finst ein hulduhola, sum komið verður til úr suðurendanum, so langt, ein kann koma gjøgnum urðina. Har eru fleiri holur, sum havið hevur holað, og tað er í tí allar síðstu, har ikki ber til at koma longri, at huldukonan býr.

Vættrarnar búgva í fjósum og baða sær fegnir, eitt nú í Gundagili millum teir báðar býlingarnar.

Beint vestan fyri býlingin Norðri í Gerði eru tveir heyggjar grønari enn aðrir, har heiðafuglar plaga at sita á kagi. Hesir heyggjar sigast at vera álvheyggjar.

Tað kendasta staðið er kortini Gandasteinur, sum liggur í ánni Heimi í Húsi. Hann má ein fyri alt í verðini ikki flyta.

bátasmíð í koltri

Niclas í Koltri var kendur bátasmiður. Í uppvøkstrinum komu smiðir út í Koltur at smíða bátar. Pápi hansara, bóndin Niclas S. Niclasen – Gamli Niclas, smíðaði eisini, men fekst mest við at umvæla bátar, og sagt verður, at nólsoyingurin Jóhan Danielsen – Jóhan í Garði, kom út í Koltur at smíða bátar.

Sum ungur var Niclas til skips, men tíðliga sást, at hann hevði hug og handalag til bátasmíð. Í 1927 smíðaði hann sín fyrsta bát, og tann seinasta bátin í 1986. Tá hevði hann smíðað tilsamans 360 bátar.

Í 1957 smíðaði Niclas sín fyrsta kappróðrarbát, áttamannafarið ‘Miðving’. Handalagið hjá Niclasi var gott, og bátarnir hjá honum hava eitt vakurt og smidligt snið, og her trínur handverkarin Niclas fram sum ein framúr góður listamaður. Niclas smíðaði tilsamans 75 kappróðrarbátar.

Í 1937 giftist Niclas við Elisabeth, ættað frá Gjógv. Sama ár tók Niclas við festinum eftir pápan, men fekst alt meira við at smíða bátar. Í 1961 segði Niclas festið Norðuri í Gerði frá sær, og fluttu Elisabeth, Niclas og Gamli Niclas til Havnar. Tey búsettust undir Heygnum Mikla, og har helt hann fram at smíða bátar á verkstaðnum í kjallaranum.

Bjørgini eru ein partur av framleiðsluni í haganum.


Í yngri tíð hevur serliga lundi verið veiddur, men eisini skrápur og havhestur.

Í eldri tíð varð høvuðsveiðan lomvigi. Lomvigi hevur tó ikki átt í Koltri meginpartin av 20. øld.

Bjørgini

Eiðisdammur

Vestan fyri bygdina, heilt uppi við eggina, er ein hylur, sum Gamli Niclas broytti til damm við havn, hólmum, vitum og øðrum.

Í mong ár gjørdu tann gamli bátasmiðurin, og seinni eisini kendi sonur hansara, bátasmiðurin Niclas í Koltri, modell av ymiskum føroyskum fiskiskipum til børnini at spæla við.

Fornminnissavnið hevur fingið fleiri av modellskipunum í varðveitslu frá arvingunum hjá Niclasi í Koltri. Ætlanin er, at hesir lutir eins og aðrir, serliga bátasmiðjuamboðini hjá Niclasi, skulu vera havdir í varðveitslu í Koltri á savni har.

Myndir úr Koltri

Koltursætlanin

Umvælingararbeiðið í Koltri higartil er farið fram eftir sovnevndu Koltursvisiónini, sum var eitt uppskot, ið Kunstakademiets Arkitektskole legði fram í 1999.

Grundarlagið fyri Koltursvisiónini frá 1999 var, at Koltur var ein landbúnaðareind í festiskipanini, sum verndararbeiðið mátti tillagast eftir.

Henda fyritreyt, sum Koltursvisiónin bygdi á, varð broytt við avgerð Løgmans í 2013 um, at Koltur ikki longur skuldi vera í festiskipanini, men at tað ístaðin skuldi skipast fyri eini antikvariskari serskipan.

Tað framhaldandi verndararbeiðið skal tí tillagast eftir teimum nýggju fyritreytunum.

Í tí antikvarisku serskipanini, sum skal fyriskipast, er tað ætlanin at nýta Koltursvisiónina frá 1999 sum fakligt útgangsstøði.

Arbeiðsætlanin, har nýggju fyritreytirnar eru grundarlag, verður nevnd Koltursætlanin.

Les alla Koltursætlanina: Á føroyskum | Á donskum

Okkurt um nýggja Koltursplanen her … ísbv. drotning margretha 50 ár bleiv sniðgivin ein heimasíðu, sí niðanfyri

Lívfrøðiliga margfeldið í koltri

Plantur
Koltur er 2,5 km2. Í mun til støddina hevur oyggin eitt sera stórt ríkidømi av sløgum av blómuplantum. Hetta sýnir ein oyggjalívlandsfrøðilig greining av floruni í Føroyum (Guldager Christiansen & Hansen 1998).

Í Koltri vaksa 109 sløg av blómuplantum í mun til 222 sløg á Sandoynni og 221 sløg á Streymoy - hesar báðar, ið eru slagríkastar í Føroyum eru ávikavist 112,1 km2 og 373,5 km2 til støddar. Og í mun til Stóru Dímun, ið bert hevur 65 sløg, men er eitt vet størri enn Koltur, er Koltur serlig í einum oyggjalívlandsfrøðiligum samanhangi.

Eisini er Koltur serlig við tað at hon í mun til støddina er rættiliga høg, 478 m. Hetta hevur við sær, at oyggin, umframt at hava eitt vakstrarbelti við láglendisgróðuri niðast, eisini hevur eitt vakstrarbelti við háfjallagróðuri uppi á oynni. Hesi viðurskifti gera tað møguligt eisini at fyglja við í tí árini, broytingar í veðurlagi kunnu hava í hæddini á vakstrarbeltunum.

Av teimum 109 plantusløgunum eru bert trý sera sjáldsom og sett á reyðlista fyri Føroyar. Meginparturin eru vanligar plantur, ið ikki eru hóttar, og umboða sostatt sera væl tann vanliga gróðurin í Føroyum.

Bert 17% av floruni í Koltri eru innsløddar plantur ella plantur, ið hava ein ivingarsaman uppruna. Hetta er nógv minni enn samanborið við allar Føroyar, har 25% af floruni eru innsløddar. Sostatt kann sigast, at floran er minni ávirkað av sløgum uttanífrá samanborið við restina av Føroyum.

Fuglar
Av størri kanningum, sum higartil hava verið gjørdar av lívfrøðini í Koltri eru: Ein umfatandi kortlegging av allari floruni í Føroyum frá 1960-61, har Koltur eisini var umfatað. Ein fuglateljing varð gjørd í 1972, og aftur ein í 1981. Í teljingini í 1981 av heiðafuglinum var einki serstaka sjáldsamt fuglaslag funnið, uttan kanska fjallmurra. Mett varð, at 16 sløg áttu har við vissu.

Í 1988 varð aftur mett um talið av sjófugli í Koltri. Hvørki lomvigi ella rita átti har, men afturat heiðafulgunum komu 4 sløg av sjófugli. 5 sløg eru í einum av hóttanarbólkunum í reyðlistanum, har skúgvur, skrápur og spógvi verða mett sum viðbrekin sløg, terna sum hótt og fjallmurra sum sera hótt. Tað vil siga, at nærum øll fuglasløgini, sum eru í oynni, eru vanlig sløg.

Klukkur og eiturkoppar
Í innsavningunum av klukkum og eiturkoppum í 1978-79 vóru funnin 7 sløg av eiturkoppum og 23 sløg av klukkum. Sammett við fuglarnar eru hetta færri sløg í mun til samlaða talið í Føroyum (169 klukkusløg og 83 eiturkoppasløg). Eisini klukku- og eiturkoppasløgini tykjast vera heldur vanlig sløg.

Antikvarisk serskipan

Í fráboðan Løgmans frá 30. apríl 2013 verður sagt, at gerast skal ein "antikvarisk serskipan" fyri Koltur.


Hvat hetta merkir, sæst í søguligu gongdini í málinum um varðveitingtiltøk í Koltri.

  • Hugtakið “antikvarisk serskipan” gongur aftur til 1987, tá Føroya Forngripafelag heitti á Føroya Landsstýri um at fáa í lag “einhvørja serskipan fyri Koltur” fyri at varðveita mentanarsøguligu virðini har. Hetta førdi við sær, at Landsstýri tann 10. mars 1989 samtykti “at seta eina skjótt arbeiðandi nevnd at koma við uppskoti um eina antikvariska serskipan fyri Koltur, sum kemur at fevna um hús og bygningar og eisini um bø og annað mannaverk innan- sum uttangarðs”. Í 1989 var innihaldið í hugtakinum sostatt hetta.

  • Nevndin frá 1989 handaði Landsstýrinum uppskot sítt í 1990, eitt minnilutauppskot og eitt meirilutauppskot.

    Minnilutin mælti til,
    • at ein partur av oynni sum til dømis teigalendini og ávísir bygningar vórðu friðaðir.
    • at Koltur framhaldandi átti at vera fest av bónda, sum livir av landbúnaði og tí, sum oyggin annars gevur.

    Meirilutin mælti til,
    • at Koltur í síni heild varð friðað oyggj, stýrd eftir serligari fyriskipan.
    • at ein serskipan átti at fáast í lag, sum bæði fevnir um eina antikvariska og eina náttúruvísindaliga skipan.
    • at Koltur fyribils ikki varð fest, men latin einum sjálveigandi Koltursstovni at umsita.
    • at hesin stovnur skuldi kunna seta umsjónarmann í Koltri við fastari løn.
    • at umsjónarmaðurin skuldi hava dagliga eftirlitið við oynni og tí, sum har er.

    Meirilutauppskotið var grundað í serligum áhuga hjá Náttúrugripasavninum, sum ikki var umboðað í nevndini, men frá byrjan kortini tvinnað upp í arbeiðið hjá henni, tí savnið í skrivi frá 20.12.1988 hevði sagt frá, at “Tað vildi verið nátúrligt, um eisini Náttúrugripasavnið var við í einum tílíkum arbeiði”. Í hesum sambandi upplýsti nevndin, “at náttúruvísindaligar kanningar eru longu byrjaðar í samstarvi við svenskar lívfrøðingar. Náttúrugripasavnið hugsar sær Koltur sum eina “feltbiologiska statión”. Nordisk Embedsmandskommité for Miljøspørgsmål er eisini kunnað um henda spurning”.

    Tann antikvariska skipanin varð soleiðis orðað í uppskotinum: “Bygningar og annað mannaverk í Koltri, ið kann góðtakast sum fornminni, verður friðað sambært løgtingslóg um friðing av fornminnum og bygningum. Í samstarvi við Koltursstovnin ger Føroya Fornminnissavn uppskot um friðingartreytirnar”.

    Tann náttúruvísindaliga skipanin varð soleiðis orðað í uppskotinum: “Friðingartiltøk verða sett í verk í Koltri sambært løgtingslóg um náttúrufriðing. Í samstarvi við Koltursstovnin ger Føroya Náttúrugripasavn uppskot um friðingartreytirnar. Føroya Náttúrugripasavn hevur eftirlit við náttúrufriðingini í Koltri”.

    Hóast minnilutauppskotið helt seg neyvari at arbeiðssetninginum enn meirilutauppskotið, so kann ikki verða mett, at tað í tí verður skotin upp ein “antikvarisk serskipan”, men ein vanlig antikvarisk skipan, har galdandi friðing frá 1955 skuldi víðkast innan heimildirnar í fornminnalógini, Ll. 19/1948. Meirilutauppskotið var meira víðfevnt og legði upp til eina serliga reglugerð ella lóg fyri Koltur, sum bæði umfataði mentanararv og náttúruarv.

    Við støði í hesum er við avgerð Løgmans frá 2013 um, at Koltur ikki longur kemur undir vanligar landbúnaðarskipanirnar, sum Fiskimálaráðið varðar av, men skal vera “ein integreraður partur av øðrum søvnum landsins, soleiðis at oyggin hereftir er undir umsjón av starvsfólki undir Mentamálaráðnum ella sum Mentamálaráðið hevur gjørt avtalu við”, lagt upp til, at tann antikvariska serskipanin, sum skal fáast í lag í Koltri, bæði umfatar mentanararv og náttúruarv við støði í musealari grundhugsjón.

  • Á fundi 11. juni 1992 samtykti Føroya Landsstýri á fundi “at heita á jarðaráðið um at ansa eftir, at tey antikvarisku virðini verða tryggjað í sambandi við komandi festimál”.

    Landsstýrið tók sostatt undir við minnilutauppskotinum hjá nevndini frá 1989 og vrakaði meirilutauppskotið.

    Landsstýrissamtyktin frá 1992 hevði við sær, at Føroya Fornminnissavn og Føroya Forngripafelag fóru í holt við at gera eina ætlan um, hvussu antikvarisku virðini í Koltri kundu verða tryggjað í sambandi við, at oyggin varð fest út aftur. Mett varð, at hetta eftir umstøðunum best kundi verða framt við friðing sambært løtingslóg nr. 19 frá 16. sept. 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, men eisini, at miðast áttí ímóti at fáa friðingina at røkka út um tey mørk, sum fornminnafriðingarlóggávan heimilar, hetta fyri at tryggja eyðkendu teigalendini ella part av teimum. Í samráð við Føroya Jarðaráð miðaðu fornminnissavnið og forngripafelagið tí ímóti, at tað umframt vanliga fornminnafriðing skuldi skipast fyri friðing sambært serligari avtalu við ánara ella festara fyri ávíst øki við teigum og øðrum, sum ikki greitt fellur inn undir fornminnafriðingarlóggávuna.

  • Koltur varð fest út aftur í 1994, og ein tílík avtala varð gjørd við festaran í 1995 og góðkend av jarðaráðnum.

Tann søguliga gongdin í Koltursmálinum hevur annars í stuttum verið henda:

  • Føroya Forngripafelag umvælir bygningar Norðri í Gerði og Heimi í Húsi í Koltri í samstarvi við Føroya fornminnissavn og Kunstakademiets Arkitektskole. Forngripafelagið stendur fyri fíggingini, m.a. við eksternum stuðli.

  • Í 1996 lat Fornminnisnevndin landsstýrismanninum í mentamálum uppskot um víðkan av antikvarisku friðingini í Koltri, sum í 2000 tók undir við tí.

  • Samráðingar eru um stovnan av bygdasavni í Koltri. Ætlanin verður av ongum vegna ógreiða skipan í mun til bygdasavnslóggávuna.

  • Kunstakademiets Arkitektskole leggur fram Koltursvisiónina, sum hevur ligið til grund fyri umvælingararbeiðinum síðani.

  • Jarðaráðið stovnar Koltursgrunnin. Í samtykt grunnsins stendur í § 2, at “Endamál grunnsins er at varðveita antikvarisku- og siðsøguligu virðini, sum eru í Koltri. Í hesum sambandi skal grunnurin útvega pening til ístandsetan av bygningum, og stíla fyri, at hesir verða røktir og nýttir til frama fyri alt Føroya fólk, á ein slíkan hátt, at festarin kann fáa størst møguligt gagn av bygningunum og tess lunnindum”. 

  • Vinnumálaráðið, sum varðar av Koltri, setir bólk at standa fyri “verkætlan, ið verður framd í samstarvi millum Mentamálaráðið, Innlendismálaráðið og Vinnumálaráðið, ið varða av ávikavist fornminnum, útoyggja- og skógarmálum, og landbúnaðarmálum”.

  • Arbeiðsbólkur, sum stendur fyri verkætlan at skipa fyri varðveiting av ognunum í Koltri og náttúrusavni har, letur fyrsta tilmæli sítt. Samanumtikið mælti arbeiðsbólkurin til,

    ·   at arbeitt verður víðari við hugsjónini um at skipa Koltur sum tjóðgarð eftir altjóða leiðreglum fyri tílíkar.

    ·   at ætlaða játtanin í 2006 verður raðfest soleiðis: Tilskot til einstaklingar, 100.000 kr., stuðul til vinnu, 100.000 kr.

    ·   at arbeiðsbólkurin sum verkætlanarsamskipari tekur neyðugu stigini í hesum sambandi.

    Í løgtingsfíggjarlógaruppskotinum 2006 eru settar av kr. 200.000 til hetta, og miðað verður eftir at seta tað sama av í 2007. Henda upphædd er sundurgreinað soleiðis: Tilskot til einstaklingar: 100.000. Stuðul til vinnu: 100.000.

  • Koltursgrunnurin fær 5 mió. í stuðli frá A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal til umvælingar Heima í Húsi í Koltri.

  • Festarin sigur festið frá sær í 2009. Koltur verður rikin eins og festi, tó uttan fyri festiskipanina.

  • Koltursgrunnurin handar landsstýrismanninum í landbúnaðarmálum umvælda býlingin Heima í Húsi og metir uppgávu sína sum lokna.  

    Við støði í hesum meta Søvn Landsins samanumtikið, at hugtakið “antikvarisk serskipan” umfatar eina serliga verndarskipan fyri mentanararv og náttúruarv, sum er fyriskipað eftir vanligum verndarlógum og serligum viðtøkum um vernd og hevur holla festing í almennu skipanini.