Tiltak, Livandi mentan, Fólkalívsdeildin Solveig Hansen Tiltak, Livandi mentan, Fólkalívsdeildin Solveig Hansen

Alment tiltak: Týdningurin av torvi fyrr og týdningurin av vátlendum nú

Týsdagin 7. november verður alment tiltak í Nólsoy um verkætlanina “Digital Action on Climate Change with Heritage Environments” stytt DACCHE. Tjóðsavnið stendur fyri føroyska partinum av verkætlanini, ið hevur fingið arbeiðsheitið “Týdningurin av torvi fyrr og týdningurin av vátlendum nú”. Millum føroysku samstarvspartarnar eru Nólsoyar fornminnissavn og Junkarshagi.

Read More
Livandi mentan, Mentan Solveig Hansen Livandi mentan, Mentan Solveig Hansen

Skráin Livandi mentan - Føstulávintshald í Sumba

Í Sumba verður føstulávint hátíðarhildin á heilt serstakan hátt. Føstulávintshaldið er altíð leygardagin fyri føstulávintsmánadag. Dagurin byrjar við, at kommunan skipar fyri morgunmati í skúlanum. Á middegi møta tey, sum skulu sláa tunnu, í dansistovuni í búnum - hvíta skjúrtu, flagglitt silkiband og rósu, kaskett og myrkar buksur. Øll velja eitt nummar, sum ásetur eina ávísa raðfylgju undir tunnusláingini, og síðani verður marsjerað oman til tunnurnar í røttu raðfylgjuni. Menn og kvinnur sláa hvør sær, og øll hava sín egna flagglitta kepp at sláa við.

Um kvøldið er borðhald við lokalum skemti, felagssangi og dansi.

Read More
Mentan, Livandi mentan Solveig Hansen Mentan, Livandi mentan Solveig Hansen

Serframsýningin "Í SKUGGANUM" letur upp Mentanarnáttina

Serframsýningin Í skugganum sigur søguna um fyrstu kvinnuligu fotografarnar úr Danmark, Íslandi og Føroyum. Tað er fyrstu ferð, níggju útvaldar kvinnur verða navnkendar á felags fotoframsýning í Norðurlondum. Kvinnurnar arbeiddu sum sjálvstøðugir fotografar ymisk tíðarskeið frá 1872 til 1925. Framsýningin vísir á flogið og sjónarringin, sum fyrstu kvinnuligu fotografarnir høvdu, tá ið tær fingust við pallsetan, skjalfestan, tað estetiska og tað tøkniliga.

Read More
Mentan, Livandi mentan Palli Askham Mentan, Livandi mentan Palli Askham

Fyrilestur: nýggj bók um føroyska bátin

Áhugin hjá Morten Gøthche fyri føroyska bátinum byrjaði av álvara í 1975, tá ið hann las til arkitekt og var á námsferð í Føroyum. Hann hevur arbeitt í nógv ár á danska tjóðsavninum og seinni á Víkingaskipasavninum í Roskilde, har hann eisini hevur kannað føroyska bátin. Hann gav bókina “Færøbåden” út í 1985.

Read More