Euleia heraclei (Linnaeus 1758) – fyri fyrstu ferð skrásett í Føroyum
Fleiri eintøk av hvannlistaflugu Euleia heraclei (Tephritidae) vóru sædd í juni 2022. Flugurnar vóru funnar á bjargahvonn (Angelica archangelica) mitt í Tórshavn. Hetta er fyrsta skráseting av hesum slagnum í Føroyum og er helst eisini fyrsta skráseting av listafluguættini (Tephritidae) uttandura.
Vitja tjóðsavnið á ólavsøku
Tjóðsavnið hevur opið um ólavsøkuna við nýggjari framsýning um føroysku klæðini og hugnaliga útisavninum í Hoyvík.
Nýggj framsýning um føroysk klæði
Nýggj forkunnug og spennandi framsýning er latin upp við spennandi søgum og frágreiðingum um føroysku klæðni - tjóðarbúna okkara
Vitja urtagarðin í summar
Í summar kanst tú vitja spennandi Planturføðiliga urtagarðin í Hoyvík og læra um føroyskar plantur og vøkstur frá plantufrøðinginum Annleyg Patursson.
Summartúrar við Tjóðsavninum
Kom við á spennandi summartúrar og lær um náttúru, mentan, djóralív, fornfrøði og mangt annað
Tjóðsavnið fær stuðul til granskingarverkætlan
Granskingarráðið hevur latið Tjóðsavninum stuðul til granskingarverkætlan, ið fer at geva okkum týdningarmikla vitan um feskvatnsfisk og vatnavistfrøði í føroyskum vøtnum.
Tjóðsavnið á Mentanarnáttini
Vitja vakra plantufrøðiliga urtagarðin í Kúrdali á Mentanarnáttini og keyp føroyskar gagnplantur heim við. ÓKEYPIS uppskrift upp á kandiseraða hvonn
Savnandi Savnsdagur í Kringvarpi Føroya
Søvn okkara skulu raka øll fólk og vera viðkomandi fyri øll. Søvn savna, skráseta, varðveita, miðla og granska. Hetta eru fimm temu, sum eyðkenna Savnandi Savnsdagin 3.Juni, sum SavnsGull, verkætlanin at bjarga tilfari úr Kringvarpinum, hevur tikið stig til at fyriskipa.
Fjøruskeið fyri lærarum og námsfrøðingum
Fjøruskeið fyri lærarum og námsfrøðingum
Tjóðsavnið skipar aftur fyri fjøruskeiðið ætlað lærarum og námsfrøðingum.
Verkstova um ull á Búnaðarstovuni hin 12. mai 2022 kl. 13-16.
Tjóðsavnið og Búnaðarstovan skipa fyri verkstovu um ull
Ull er livandi mentan
Ættarliðini undan okkum tóku alla ullina upp, virkaðu hana og gjørdu pløgg burtur úr henni. Tey góvu okkum ein siðaarv og kunnleikan um ullina og ullarvirking, sum vit kunnu bera víðari.
Tjóðsavnið letur upp fyri summarið
Mai er í hondum og tað merkir, at Tjóðsavnið letur dyrnar upp fyri øllum summargestum. Frá 1. mai eru framsýningarnar hjá Tjóðsavninum opnar hvønn dag frá klokkan 10 til 17
VIDEO: 300 ára søga grivin undan gólvinum í Stokkastovuni
Undir gamla gólvinum í Stokkastovuni, hava vit funnið eina ørgrynnu av forvitnisligum lutum. Tað mest forvitnisliga er helst loyniligi kjallarin við vakra steinsetta gólvinum, ið fjaldi seg undir moldini.
Stuðulstiltak til frama fyri neyðstødd í Ukraina
Saman við starvsfólkum á Løgmansskrivstovuni skipa starvsfólk á Tjóðsavninum fyri stuðulstiltaki, har peningurin ið kemur inn, fer óskerdur til hjálpararbeiði í Ukraina umvegis Reyða Kross. Samstundis er hetta síðsti møguleiki at hyggja undir gólvið í Stokkastovuni og síggja arbeiðið hjá fornfrøðingunum.
VIDEO: Granarkópur í Svínáum
Mánadagin var sjáldsamur gestur í Svínáum, tá ein granarkópur svam í sjónum inni við land.
Á Tjóðsavninum er eingin tíð at keða seg!
Tjóðsavnið hevur javnan næmingar úr fólkaskúlanum í starvsvenjing, og í vár hava Fríði av Kák og Lea Olivia Eldevig frá NámX roynt seg sum starvsfólk á savninum
Norðurlendska ráðharraráðið stuðlar náttúruverkætlan í Kalsoynni
Hvussu høvdu Føroyar sæð út, um eingin mannaávirkan var? Hevði gróðurin, sum var áðrenn landnám, komið aftur, ella hevði annar gróður komið ístaðin?
VIDEO: 160 ára gomlu vindeyguni sum fyrsta dagin
Undir tjúkkum løgum av máling eru upprunaligu vindeyguni í Bíggjar kirkju frá 1865 sum fyrsta dagin.
Myndavørðurin á Tjóðsavninum
Visti tú, at Tjóðsavnið hevur savn við fleiri enn 400.000 søguligum myndum? Guðrið Poulsen er nýggjur myndavørður á Tjóðsavninum og hennara uppgáva er at halda skil á øllum hesum myndunum, skráseta og leita fram myndir til tey, ið ynskja at keypa myndir úr savninum.
Gamla Stokkastovan til heiður og æru
Stokkastovan er er ein av elstu bygningunum í Tinganesi. Hon er bygd nøkur fá ár eftir stóra eldin, ið herjaði alt Tinganes í 1673, tí kanningar av stokkunum vísa, at teir eru høgdir í Noregi á vári 1684. Hoyr spennandi innslag í GMF her.