Ryggleys djór
Onkur generellur tekstur um ryggleys djór og hvussu Tjóðsavnið arbeiðir við tí?
GREINAR UM RYGGLEYS DJÓR
Tað er nú staðfest, at vit hava yvir 100 sløg av dansimýggjum (Chironomidae) í Føroyum. Bara í 2025 vóru sjey nýggj sløg funnin við at savna og eyðmerkja reiv hjá dansimýggjum. Umframt nýggju sløgini eru eisini tvær nýggjar slektir, Stictochironomus og Paratendipes.
Enn eitt áhugavert skordýr er skrásett í Føroyum. Trantklukkan Sthereus ptinoides (E.F.Germar, 1823) er tó ikki einans skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum, men hetta er eisini fyrstu ferð hon er skrásett í Evropa!
Grundkanningin av lívfrøðiliga margfeldinum í Koltri er nú liðug. Í tí sambandi er ein grein komin út í Fróðskaparritum.
Fyri fyrstu ferð er klukkuættin Clambidae skrásett í Føroyum. Hon var savnað millum onnur ryggleys dýr í eini fallfellu í Knøunum í Koltri.
Síðst í juni vórðu nógv sløg av flugum og mýggjum skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum í samband við eitt skeið heima á Sandi. Saman við Tjóðsavninum skipaðu norski Forskerskolen i Biosystematikk (ForBio) og Svenska artprojektet (STI) fyri skeiðinum, sum var hildið dagarnar 23. til 30. juni.
Granskarar á Tjóðsavninum hava granskað vatnklukkur og bátsmanstekur í føroyskum tjørnum og vøtnum. Teir kunnu staðfesta, at tað serstakliga er støddin og dýpið sum avgerð, hvar sløgini koma fyri.
Fleiri eintøk av hvannlistaflugu Euleia heraclei (Tephritidae) vóru sædd í juni 2022. Flugurnar vóru funnar á bjargahvonn (Angelica archangelica) mitt í Tórshavn. Hetta er fyrsta skráseting av hesum slagnum í Føroyum og er helst eisini fyrsta skráseting av listafluguættini (Tephritidae) uttandura.
Lívfrøðiligu rannsóknirnar í Koltri eru spennandi. Men tað sum vit hava lyndi til at hugsa minni um er tað nógva arbeiðið, sum fer fram myrku vetrardagarnar.
Fyri fyrstu ferð í 105 ár er eitt nýtt slag av tøðklukku skrásett í Føroyum. Hervið eru fýra sløg skrásett.
Súgkjaftur bítir ikki, men stingur í staðin við sínum kjaftlimum og sýgur sína føði. Leivur Janus Hansen hevur saman við Jens-Kjeld Jensen givið út áhugaverda grein um súgkjaftar í Føroyum.
Nýggj spennandi ferðaframsýning, har tú kanst síggja føroysk smákykt á ein øðrvísi hátt; at kalla andlit til andlits.
Nú kanst tú vera við til at savna smákykt til spennandi framsýning hjá Tjóðsavninum í summar

