Allan Dalsgarð Allan Dalsgarð

Savnsfagnaður 2022

Ársins Savnsfagnaður er í heystfrítíðini frá mánadegnum 10. og til og við fríggjadagin 14. oktober, og skráin er fylt við undirhaldi til bæði børn og vaksin.

Read More
Náttúra, Plantudeildin Palli Askham Náttúra, Plantudeildin Palli Askham

Skriðan í Syðradali

Um aldarskiftið leyp stór skriða uppi í dalinum í Syðradali í Kalsoynni, sum nú verður granskað og endurbøtt í samstarvi við jarðareigaran av Blankskálagarði, Bjørn Kalsø, Miðnám í Vestmanna og Landgræðsluna í Íslandi. Hóast 22 ár eru liðin, síðan skriðan leyp, sæst stóra sárið enn í lendinum.

Read More
Plantudeildin Palli Askham Plantudeildin Palli Askham

Plantufrøðiligi urtagarðurin á Tjóðsavninum

Statens Forsøgsvirksomhed byrjaði í 1920 landbrúks royndarvirksemi í Hoyvík. Reyðmálaðu bygningarnir eru upprunaliga bygdir til virksemið hjá royndarstøðini og hýsa í dag fyrisiting Tjóðsavnsins. Tríggir urtagarðar vórðu eisini gróðursettir: ein í Kúrdali, ein kring sethúsini og hesin oman móti Hoyvíkini. Ivasamt er, hvønn leiklut urtagarðarnir høvdu við virksemið á royndarstøðini, tí urtagarðarnir vórðu mest nýttir til prýðisplantur.

Read More
Allan Dalsgarð Allan Dalsgarð

Vitja tjóðsavnið á ólavsøku

Tjóðsavnið hevur opið um ólavsøkuna við nýggjari framsýning um føroysku klæðini og hugnaliga útisavninum í Hoyvík.

Read More
Allan Dalsgarð Allan Dalsgarð

Tjóðsavnið á Mentanarnáttini

Vitja vakra plantufrøðiliga urtagarðin í Kúrdali á Mentanarnáttini og keyp føroyskar gagnplantur heim við. ÓKEYPIS uppskrift upp á kandiseraða hvonn

Read More
Palli Askham Palli Askham

Savnandi Savnsdagur í Kringvarpi Føroya

Søvn okkara skulu raka øll fólk og vera viðkomandi fyri øll. Søvn savna, skráseta, varðveita, miðla og granska. Hetta eru fimm temu, sum eyðkenna Savnandi Savnsdagin 3.Juni, sum SavnsGull, verkætlanin at bjarga tilfari úr Kringvarpinum, hevur tikið stig til at fyriskipa.

Read More
Allan Dalsgarð Allan Dalsgarð

Tjóðsavnið letur upp fyri summarið

Mai er í hondum og tað merkir, at Tjóðsavnið letur dyrnar upp fyri øllum summargestum. Frá 1. mai eru framsýningarnar hjá Tjóðsavninum opnar hvønn dag frá klokkan 10 til 17

Read More
Mentan, Kunning Rannvá Winkler Mentan, Kunning Rannvá Winkler

Stuðulstiltak til frama fyri neyðstødd í Ukraina

Saman við starvsfólkum á Løgmansskrivstovuni skipa starvsfólk á Tjóðsavninum fyri stuðulstiltaki, har peningurin ið kemur inn, fer óskerdur til hjálpararbeiði í Ukraina umvegis Reyða Kross. Samstundis er hetta síðsti møguleiki at hyggja undir gólvið í Stokkastovuni og síggja arbeiðið hjá fornfrøðingunum.

Read More