Náttúra Agnes-Katharina Kreiling Náttúra Agnes-Katharina Kreiling

Spennandi flugur og mýggj heima á Sandi

Síðst í juni vórðu nógv sløg av flugum og mýggjum skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum í samband við eitt skeið heima á Sandi. Saman við Tjóðsavninum skipaðu norski Forskerskolen i Biosystematikk (ForBio) og Svenska artprojektet (STI) fyri skeiðinum, sum var hildið dagarnar 23. til 30. juni.

Read More
Mentan, Livandi mentan Solveig Hansen Mentan, Livandi mentan Solveig Hansen

Serframsýningin "Í SKUGGANUM" letur upp Mentanarnáttina

Serframsýningin Í skugganum sigur søguna um fyrstu kvinnuligu fotografarnar úr Danmark, Íslandi og Føroyum. Tað er fyrstu ferð, níggju útvaldar kvinnur verða navnkendar á felags fotoframsýning í Norðurlondum. Kvinnurnar arbeiddu sum sjálvstøðugir fotografar ymisk tíðarskeið frá 1872 til 1925. Framsýningin vísir á flogið og sjónarringin, sum fyrstu kvinnuligu fotografarnir høvdu, tá ið tær fingust við pallsetan, skjalfestan, tað estetiska og tað tøkniliga.

Read More
Mentan, Livandi mentan Palli Askham Mentan, Livandi mentan Palli Askham

Fyrilestur: nýggj bók um føroyska bátin

Áhugin hjá Morten Gøthche fyri føroyska bátinum byrjaði av álvara í 1975, tá ið hann las til arkitekt og var á námsferð í Føroyum. Hann hevur arbeitt í nógv ár á danska tjóðsavninum og seinni á Víkingaskipasavninum í Roskilde, har hann eisini hevur kannað føroyska bátin. Hann gav bókina “Færøbåden” út í 1985.

Read More
Palli Askham Palli Askham

Tvær nýggjar Framsýningar á Tjóðsavninum

Fríggjadagin 14. apríl kl. 15 verður alment og ókeypis tiltak í sambandi við, at tvær nýggjar fastar framsýningar lata upp í Brekkutúni. Talan er um eina framsýning um seyð og ull og eina um føroysk klæði og siðbundið handverk.

Read More
Palli Askham Palli Askham

Náttúra Kolturs í fronskum sjónvarpi

Í summar var eitt franskt sjónvarpslið frá rásini FRANCE5 og vitjaði í Føroyum. Í hesum sambandi vóru tey eisini í Koltri, har tey fylgdu fuglakanningum hjá Jón Aldará, lívfrøðingi á Tjóðsavninum

Read More
Palli Askham Palli Askham

Vón fyri stavn fyri føroyska bátin

Góð hugskot trutu ikki, tá tiltakið um føroyska bátin – bátasmíð, siðir og brúk, var á Tjóðsavninum hóskvøldið 17. november. Tiltakið var fyriskipað í sambandi við, at føroyski báturin er komin á UNESCO-listan yvir siðaarv hjá mannaættini.

Read More
Palli Askham Palli Askham

Føroyski báturin – bátasmíð, siðir og brúk

Føroyski báturin úr aldudalinum
Hóskvøldið 17. november kl. 19.30 hittast vit á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 í Hoyvik til eitt tiltak, har vit umrøða føroyska bátin, bátasmíð, siðvenjur og brúk. Eitt áhugavert kvøld, við røðum, fyrilestrum og framsýning.

Read More