217 ára gomul føroysk kvinnutroyggja funnin í London
Fimm pakkar og umleið 200 brøv, vóru í gjár latin upp á the National Archives í London. Brøvini og pakkarnir vórðu send úr Føroyum í 1807. Í einum pakka var ein vøkur kvinnutroyggja, í einum øðrum fýra pør av knæsokkum til kvinnur, og í tveimum pakkum vóru byggkorn í.
At ganga grýla
Í dag er føstulávintsmánadagur. Siður er, at børn ganga grýlu hús úr húsi og fáa bomm í posan.
Mølheyggjar á Sandi eru friðaðir
Hósdagin 21. desembur 2023 opnar nýggi Sandoyartunnulin, og við hesum kann væntast, at ferðslan verður størri til Sandoynna. Sjáldsamu Mølheyggjar á Sandi verða heilt víst eitt av teimum støðum, ið fólk fara at leita sær til, serliga um summarið. Tí er umráðandi at kenna til hetta sjáldsama náttúruøkið.
Náttúrufriðøkið Stóriryggur
Tað var í 2020, at eigararnir av hagapartinum Stóriryggur við Kristin Vilhelmsen á odda avgjørdu at taka seyðin av. Stóriryggur er nú eitt náttúrufriðøki, har gróður og fuglalív sleppa at koma fyri seg uttan ávirkan frá menniskjaligum virksemi.
Tjóðsavnið selur seym til føroyska bátin
Tjóðsavnið selur nú galvaniseraðan bátaseym, spíkarar og røur til bátasmiðir. Sølan hevur higartil verið hjá einum privatpersóni, Janusi Østerø, sum av egnum áhuga hevur átikið sær at innflyta og selja seym til føroyskar bátasmiðir. Rørnar hevur hann sjálvur framleitt.
Jólaljóð á Tjóðsavninum
Á Tjóðsavninum er jólahýrurin í hásæti.
Jólaframsýning við heitinum “Jólaljóð” er latin upp, og savnsbúðin er á tremur við ymiskari jólavøru.
Øraskøra
Hóskvøldið 15. november var áhugavert tiltak um innræsnar plantur í Løkshøll. Fleiri serfrøðingar vóru við, sum m.a. prátaðu um lóggeving og týning av innræsnum plantum. Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørður á Plantudeildini, hevði somuleiðis eitt upplegg um innræsin plantusløg og teirra ávirkan á føroysku náttúruna.
Væleydnað tiltak í Nólsoy um torv- og vátlendisverkætlan
Týsdagin 7. november var alment tiltak í Nólsoy um verkætlanina “Digital Action on Climate Change with Heritage Environments” stytt DACCHE.
Stevnuskrá um at varðveita norðurlendska bátasiðvenju
Norðurlendski stýrisbólkurin fyri UNESCO innskrivingina av bátasiðvenjuni hevur seinasta árið arbeitt við at menna eina stevnuskrá – “Det nordiske klinkbåt charteret 2023”.
Alment tiltak: Týdningurin av torvi fyrr og týdningurin av vátlendum nú
Týsdagin 7. november verður alment tiltak í Nólsoy um verkætlanina “Digital Action on Climate Change with Heritage Environments” stytt DACCHE. Tjóðsavnið stendur fyri føroyska partinum av verkætlanini, ið hevur fingið arbeiðsheitið “Týdningurin av torvi fyrr og týdningurin av vátlendum nú”. Millum føroysku samstarvspartarnar eru Nólsoyar fornminnissavn og Junkarshagi.
Funnið ein deyðan fugl?
Vit á Tjóðsavninum vilja fegin hava hann!
Í hesi ilsligu og køldu heystartíð er ikki óvanligt, at fuglar koma illa fyri av ymsum ávum. Teir, sum kunnu bjargast, eiga vit at hjálpa av øllum alvi! Tó eru nógvir, sum doyggja. Hetta er ein syrgiligur partur av lívsins gongd, men deyðu fuglarnir kunnu hóast alt koma vísindini og samfelagnum til góðar.
Skráin Livandi mentan - Føstulávintshald í Sumba
Í Sumba verður føstulávint hátíðarhildin á heilt serstakan hátt. Føstulávintshaldið er altíð leygardagin fyri føstulávintsmánadag. Dagurin byrjar við, at kommunan skipar fyri morgunmati í skúlanum. Á middegi møta tey, sum skulu sláa tunnu, í dansistovuni í búnum - hvíta skjúrtu, flagglitt silkiband og rósu, kaskett og myrkar buksur.
Museum Obscurum í heystfrítíðini
Museum Obscurum er eitt spildurnýtt kvøldartiltak, sumTjóðsavnið skipar fyri. Tað hóskar seg til børn í aldrinum 10 ár og eldri.
Til Museum Obscurum fáa tit eina øðrvísi rundvísing í myrkrinum. Duldu og óhugnaligu lutirnir eru í fokus. Rundvísingin verður leidd av royndum frásøgufólki.
Eftir rundvísingina verður bjóðað til klassikarabio.
Heysthugni á Tjóðsavninum í heystfrítíðini
Í ár royna vit nakað nýtt og skipa fyri eini viku við heysthugna á Tjóðsavninum.
Ein vika har dentur verður lagdur á upplivingar, framløgur og framsýningar til børn í skúlaaldri.
Framsýningin í Brekkutúni 6 er opin hvønn dag millum kl. 11 og 16.
Norðurlendsk bátaráðstevna í Danmark
Norðurlendsk bátaráðstevna var í døgunum 21.-22. september í Roskilde og í Holbæk. Roskilde Vikingeskibsmuseum og Kystliv Holbæk vóru vertir.
Nýggjur deildarleiðari á Fólkalívsdeildini
Margretha Nónklett er sett í starv sum deildarleiðari á fólkalívsdeildini há Tjóðsavninum. Margretha er útbúgvin fólkalívsfrøðingur frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Broytingar í atkomu Tjóðsavnsins í Brekkutúni
Í longri tíð hevur atkoman á rampuni til Tjóðsavnið verið í vánaligum standi og verður tað í løtuni arbeitt upp á at betra hana.
Døglingar á Kaldbaksfirði
Í summar hava tríggir døglingar verið at sæð tætt at landi. Fyrst vóru teir á Skálafirði nakrar dagar, men nú hava teir ligið í Kaldbaksbotni yvir ein mánað. Men hvør er hesin forkunnugi summargestur, og hvussu ber tað til, at hann vitjar so leingi?
Fjøruskeið fyri lærarum og námsfrøðingum
Tjóðsavnið skipar aftur fyri fjøruskeiðið ætlað lærarum og námsfrøðingum.
Plantutúrar í Hoyvík týsdagin 11. juli
Hugt verður at teimum nógvu føroysku plantunum í urtagarðinum umframt trø o.a. í økinum